31.10.2011 · Løgmansskrivstovan

Aðalstjórar bóru seg ikki óregluliga at í sonevnda grannskoðaramálinum

Aðalstjórar bóru seg ikki óregluliga at í sonevnda grannskoðaramálinum

Í frágreiðing frá Løgtingsumboðsmanninum 2. november 2010 um avgerðir at løggilda grannskoðarar varð víst á álvarsligar feilir og brek í viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum.
Fyri at fáa greiðu á málinum og fyri at tryggja, at fult álit kann vera á fyrisitingini, setti løgmaður í verk tænastumannakanning av ábyrgdarhavandi aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum.
Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður sigur: “Eg fegnist um, at kanningarleiðari hevur latið frá sær frágreiðing, har niðurstøðan er, at grundarlag ikki er at halda, at aðalstjórarnir Arne Poulsen og Rúni Joensen í málsviðgerðini hava sett til viks tær fyri starv teirra galdandi reglur ella ikki hava víst slíkan atburð, sum starv teirra sømir.