03.06.2016 · Løgmansskrivstovan

Aðalstjórastarv verður lýst av nýggjum

Aðalstjórastarv verður lýst av nýggjum

Løgmaður hevur gjørt av at lýsa aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum av nýggjum.

"Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum. Vónandi fara nógvir umsøkjarar at halda seg fram at at stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

10 umsóknir vóru til aðalstjórastarvið. Tvær umsóknir vórðu tiknar aftur.

Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum verður lýst leyst at søkja sum skjótast.