Í dag er gjørt av at seta Leiv Harryson í starvið sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Leivur Harryson er 53 ára gamal og útbúgvin cand. merc. í grannskoðan á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir lokna útbúgving hevur hann starvast sum grannskoðari í Grannskoðaravirkinum Ragborg & Gaard í Keypmannahavn, sum lærari og inspektørur á Føroya Handilsskúla, og sum grannskoðari og deildarleiðari í grannskoðaravirkinum Schøbel & Marholt/Deloitte i Skovlunde.
Leivur Harryson er tó mest kendur fyri starv sítt sum landsgrannskoðari og skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum í nærum 16 ár.
Í løtuni starvast Leivur Harryson sum deildarleiðari á Tryggingar-, Fjarskiftis-, Elveitingar- og Posteftirlitinum.
Tinganes 6. oktober 2008
Løgmansskrivstovan