21.02.2014 · Løgmansskrivstovan

Aliráðstevnan 2014

Aliráðstevnan 2014
Í morgun setti løgmaður Aliráðstevnuna 2014 á Hotel Føroyum.

Góðan morgun øll somul,

 

Á lívsleið okkara eru tað løtur, sum veruliga seta seg. Løtur, har tú ert serliga errin. Løtur, har tú hugsar “wow”, vit standa okkum millum tey allar bestu. Ella løtur, har tú innantanna staðfestir, at vit eftir øllum at døma eru á rættari kós.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani upplivdi eg eina slíka løtu.

 

Eg varð boðin út á matstovuna Le Bernardin á Manhattan í New York. Matstovan var fleiri ár á rað kosin at vera tann besta.

Á matstovuni hetta kvøldið fingu vit laks, fyrstafloks føroyskan laks. Á heimsins bestu matstovum mást tú hava heimsins bestu rávøru. Og bestu rávøruna fekk matstovan úr Føroyum.

 

Eg havi sjáldan verið meira errin enn hetta kvøldið, tá eg sjálvur fekk sjón fyri søgn, at borðreitt verður við okkara laksi á fremstu matstovunum í New York. Jú, føroysk alivinna er í heimsflokki. Tykkara dugnasemi, dygd og dirvi setur Føroyar á heimskortið.

 

Men tað hevur tó ikki altíð gingið eftir vild.

 

“ILA var ein harður, men kanska neyðugur lærdómur fyri føroysku alivinnuna”.
 

Hesi orðini standa í bókini “Ringar í sjónum”, sum Havbúnaðarfelagið gav út fyri nøkrum árum síðani.

 

Hesin setningur er aftur háaktuellur, nú ILA smittan aftur er staðfest í einum alibrúki. Harði lærdómurin er nú okkara trygdarnet. Trygdarnetið, ið vónandi forðar fyri, at vit koma í somu støðu, sum vit vóru í árini eftir aldarskiftið. Hesi árini misti vinnan omanfyri eina milliard krónur.
 

Sjúka er størsti vandin fyri alivinnuna, og tí má sjúkufyribyrgingin raðfestast fremst. Tað prógvar fortíðin og lærdómurin fyrst í øldini.

 

Almenna regluverkið er nú okkara brimgarður, sum skal verja ímóti smittandi sjúkum, og hetta regluverk er í heimsflokki. Vit bastu ILA fyrimyndarliga, ja so væl, at onnur lond vilja læra av okkum. Tað gera vit vónandi aftur hesaferð.

 

Seinastu árini hava yvirskriftirnar um okkara alivinnu bara peikað ein veg: Uppeftir. Føroyska alivinnan mennist støðugt og telist nú millum fremstu alivinnur í heiminum. Framgongdin er grundað á dugnasemi hjá starvsfólkunum í vinnuni, skilagott lógarverk og okkara góðu náttúrugivnu umstøður at ala.

 

Alivinnan útflytir fyri góðar tvær milliardir krónur og er nú okkara størsta einstaka útflutningsvøra. 
 

Nógv er broytt síðani eg fyri 20-25 árum síðani var fiskaseljari hjá Fiskasøluni. Tá vóru omanfyri 60 alarar í Føroyum, og alivinnan varð stýrd politiskt við heilt øðrum og ofta óviðkomandi atlitum.

 

Tíbetur eru vit farin burtur frá hesum, og alivinnan verður nú rikin fyrst og fremst sum ein verulig vinna.

 

Tá droymdi eg ikki um, at vit skuldu fáa eina so professionella og burðardygga aling í Føroyum, og eg vóni, at hetta heldur fram langt inn í framtíðina.

 

Sum tit vita so væl, er vandi í hvørjari vælferð. Tí er tað týdningarmikið at hava hesa leiðreglu: Betri fyrivarin, enn eftirsnarin.

 

Útlitini hjá føroysku alivinnuni at vaksa enn meira eru avgjørt til staðar. Eftirspurningurin eftir alifiski økist alsamt. Seinastu 20 árini er samlaða framleiðslan av aldum fiski í heiminum vaksin við rúkandi ferð. Kortini er prísurin framvegis høgur, tí at eftirspurningurin eftir øllum at døma eisini økist.

 

Framgongdin tykist ikki at steðga. Heimsbankin væntar, at alivinnan verður ein týðandi liður í at tryggja heimsins íbúgvum heilsugóðan mat nógv ár framyvir.

 

Ein nýggj frágreiðing sigur, at í 2030 fara 2/3 av øllum sjómati at koma úr alivinnuni. Samstundis verður væntað, at alivinnan fer samanlagt nærum at tvífaldast fram til 2030. Positivu útlitini eru spennandi og avbjóðandi.

 

Nú verður roynt at ala í streymhørðum aliøkjum og á opnum havi. At framleiða alifisk á landi er eisini ein møguleiki, ið verður troyttur aðrastaðni.

 

Kappingin um alifiskin er hørð. Afturat hørðu kappingini við Noreg og Kili, ætlar ES veruliga at spenna seg út. Við nýggja felags fiskivinnupolitikkinum er peningur markaður til alivinnuna við tí í hyggju at betra um kappingarførið hjá vinnuni.

 

Í ES halda tey, at alivinnan hevur stórar vakstrarmøguleikar, og at alivinnan er ein týðandi partur av loysnini fyri at gera ES meira sjálvberandi, tá tað snýr seg um burðardyggan sjómat.

 

Eg havi onga orsøk til at halda, at tit ikki klára kappingina og broyttu umstøðurnar komandi árini. Tað hava tit víst í ólukkumát seinastu árini. 
 

Aliráðstevnan er dagurin hjá tykkum, sum eru í alivinnuni, og eg fari at enda at ynskja tykkum eina góða aliráðstevnu. Somuleiðis fari eg at ynskja tykkum blíðan byrð og hepna hond við arbeiðinum.

 

Takk fyri!