Løgmaður hevur fingið handað álit við tilmæli um samsýning og eftirløn til landsstýrisfólk.
Tað er løgtingslóg nr.77 frá 6.mai 2003, sum ásetur, at løgmaður hvørt valskeið, skal tilnevna eina nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.
Fyri at tryggja eina óhefta nevnd heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndina um at tilmæla hvørji fólk skuldu veljast í nevndina.
Í nevndini hava sitið Jórun Gardar, Jana Joensen og Kári Davidsen.
Álitið kann lesast her.
Mynd: Frá vinstru: Jana Joensen, løgmaður, Jórun Gardar og Kári Davidsen