01.11.2011 · Løgmansskrivstovan

Allahalgannadagur 2011

Allahalgannadagur 2011
Røðan hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, á minningarhaldi teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum, 1. november 2011.

Tað hendir viðhvørt, at vit koma í eina bygd og varnast, at har eru nøkur fløgg á hálvari stong. Og so spyrja vit, hvør er nú farin?

Í dag eru øll fløgg í landinum á hálvari stong. Men okkum nýtist ikki at spyrja hví. Vit vita, at alt Føroya fólk hevur mist. Tað er hetta, merkini í dag minna okkum um.

So spjaddar sum okkara oyggjar og bygdir liggja – so spjaddur, sum hvør einstakur av okkum í Føroyum kann vera í hugsan, í ætlan og í áhuga, so eru vit kortini samd um, at tá ið nakar ferst okkara millum, tá hava vit øll mist.

Tað er hetta, merkini á hálvari stong í dag minna okkum um á ein serligan hátt - minningardag teirra sjólátnu.

Henda góða sið samtykti Føroya Løgting í 1949, at Føroya fólk skuldi halda.

Hesin minningardagur teirra sjólátnu var bæði søguliga og sámiliga lagdur í álmanakkanum á allahalganna í sambandi við alla sálanna dag, sum longu í fornkirkjuni varð hátíðarligur minningardagur fyri øll tey, ið farin vóru.

So statt halda vit føroyingar framhaldandi tann kristna arvin - ikki bara sum minni, men vit bera hann á mangan hátt eisini í gerandislívinum og í okkara lóggávu.

Hetta er ein dýr fólkaogn, vit hava fingið at varðveita í Føroyum. Tann kristni arvurin hevur mangan sameint fólk – veitt hjálp í neyðartíð – veitt ugga í sorgartíð og veitt mót í vónloysistíð.

Fara vit aftur í søguna, varnast vit skjótt bæði neyðartíðir, sorgartíðir og vónloysistíðir í fólki okkara. Men vit varnast eisini vælvild, hjálpsemi, troyst og lívsvón. Bæði kend og ókend menniskju sum í einglalíki komu til hjálpar, tá ið á stóð - og tað í stillari samfelagssamkenslu.

Enn minast fólk, tá ið eingin forsorgarhjálp var í Føroyum - eingin einkjuhjálp. Tá var ikki sjáldan tikið til: Við Guds hjálp!

Og tað var Guds hjálp við menniskjahondum. Og eisini tað, at í sorg síni fekk einkjan sjálv mangan duldar kreftir og lívsmót í síni neyðarstøðu, og hon sá signingina í døtrum og synum, sum búnaðust skjótt og vuksu til sum stuðlar í heimi og í samfelagi.

Í dag hava vit eitt annað samfelag við hjálpandi forsorgarlógum, almennari umsorgan og hentleikum. Hetta eru ikki minni Guds gávur at virðismeta og takka fyri. Hetta eru gávur – ein arvur, vit hava fingið at varðveita og at fremja í fólkinum til komandi ættir.

Vit, sum í dag umsita henda arv, vita væl, at hann er ikki komin av sær sjálvum, men hann er Guds gáva til okkara at halda hús við og takka fyri.

Vit búgva í einum oyggjalandi umgyrt av stórum havi - í einum landi, sum myndarliga verður sagt um, at her verða dreingjabørn fødd við ár í hond, og at føroyingar hava hjallin á sjónum.
 

Hetta sigur okkum, at tað er úr havinum, vit skula vinna okkum tað, okkum tørvar til lívsins uppihald.

Tað er tann veruleiki, Jákup Hansen tekur fram í sanginum um smádreingin, sum leingist eftir at verða stórur:

“Tá fái eg bæði bát og neyst,
línu, ongul og snøri;
summar, vetur, vár og heyst
eg fisk at landi føri.”

Sum vit øll vita, so er tað fiskurin, sum er grundarlagið undir livikorunum hjá okkum føroyingum.

Jákup Dahl, próstur, tekur í síni yrking um útróðrarmannin upp lívsins álvara um henda vinnuvegin hjá okkara fólki. Hann letur útróðrarmannin millum annað siga:

“Mangan havi eg brattan farið,
so kaldan dúr eg títt fekk.
Eygað vatnaðist av tungum tári,
Tá sonur mín burtur gekk.

Eg segl mítt seti á mastur hátt,
Og róður mítt taki í hond,
Kanska á einari skaðanátt
Eg nái ei heimastrond. –

Kann henda, eg í tí vátu grøv
skal sova mín síðsta blund;
tó eg elski at ferðast um høv
til mína síðstu stund.”

Ja, mangir eru teir, sum drógu snørið upp á grunninum og ætlaðu sær til lands, men náddu ikki lendingini, og har stóðu konur og børn og bíðaðu. Mangur faðir er farin frá stórum barnaflokki. Vit spyrja: Hví? Men vit fáa einki svar.

Vit drógu teir opnu útróðrarbátarnar í neystið og fóru umborð á deksfør – bæði sluppir og trolarar, men søgan um einkjur og faðirleys børn endurtekur seg.

Mangar og sterkar søgur eru úr hesum sorgarleikum. Ein er tann um konuna, sum í langa tíð gekk fram við sjóvarmálanum tíðliga og seint at finna líkið av manninum, sum umkomin var saman við øðrum úti í fjørðinum. Tá ið hon varð spurd, hví hon gjørdi hetta, svaraði hon: “Eg vil leggja hann á herðar mínar og bera hann heim!”

Samfelagsviðurskifti og livikor okkara eru munandi batnað seinastu árini. Vit liva í einum góðum landi við góðum fólki. Men ilt er at byggja borð fyri báru.

Tað er tann tátturin í lívinum, sum Hans Andrias Djurhuus nemur við í yrking síni ”Teir sigla so væl sín fríða knørr”:

“Men bylgjurnar teska um hvønn og ein,
sum vann sær í bardaga deyðamein.

Tó hinir, ið bjargaðust, stevna av stað,
til tess teir av deyðanum fevnast ein dag.

Og so herja synirnir teirra á,
til tess at teir eisini falla frá.

So tynnist hvør undan øðrum burt.
Um ævir blómar tó lívsins urt.”

Hetta er lívsins stavnhald. Lat hetta vera tykkara troyst, sum mist hava í ár - vit hava øll mist – Føroya fólk hevur mist.

Latið okkum reisast og í tøgn minnast teir farnu.

Teir, sum farnir eru á sjónum síðan 1. november í 2010, eru:

Levi Christiansen, Tórshavn, doyði undir útmynstring umborð á “Stril-Mariner” 18. januar 2011, 63 ára gamal.

Jógvan Magnus Gøthe, Norðagøtu, doyði umborð á norska nótabátinum ”Rødholmen” 18. mai, 65 ára gamal.

Sigmund Kári Hentze, Eiði, druknaði í Hestfirði 22. mai 2011, 29 ára gamal.

Teodor Olsen, Eiði, druknaði í Hestfirði 22. mai 2011, 32 ára gamal.

Rógvi Jacobsen, Tórshavn, funnin sunnanfyri Bósdalafoss 24. juni 2011, 33 ára gamal.


Friður veri við minni teirra


Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður