Røðan hjá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, á minningarhaldi teirra sjólátnu á Sjóvinnuháskúlanum.
Henda almenna minningardag teirra sjólátnu leitar hugurin aftur til fólkið, sum ikki longur er omaná. Tað, sum fyrr var so gerandisligt, sum fyrr var rundan um meg, er nú innan í mær – í sinni og í minni. Tí hóast fólkini eru burtur, eru sporini eftir – í huganum.
Tað er hesi undanfarnu ættarliðini, sum Chr. Matras so meistarliga lýsir í yrking síni “Fólk í huganum”. Samanhaldið í familjuni og í bygdini í gleði og í sorg er dýrabærur mentanararvur, sum enn finst ímillum okkum. So livandi lýsir yrkjarin teirra stríð og strev, gaman og álvara, og so víða reikar hugurin í hesi sjón, at eg lati yrkingina tala fyri seg:
Tað ganga fólk í huganum á mær,
tað bygdarfólkið, sum á sinni var,
øll tey eg sá og hoyrdi, frætti frá,
alt fólk, sum ikki meir er omaná.
Enn renna fólk á helluni í dag,
sum oyrað hevur hoyrt og eygað sæð,
menn skjóta bát og leggja so útfrá,
ein sjón av teimum mongu, sum eg sá.
Hendan sjónin lýsir eitt gerandisstríð, har neyðugt er hjá okkum øllum at steðga á við eina hvíldartúvu, har vit kunnu seta frá okkum alt tað, vit hava borið uppá, likamliga sum sálarliga. Hjá mongum gjørdist tó hendan hvíldartúvan endalig.
Mangan verður tú noyddur at steðga á, tí løtan kemur so óvart. Hendan løtan, sum setur mark millum lív og deyða, rakar so ymiskt, gerst persónlig hjá einum, men ikki hjá øðrum.
Minnini renna fram fyri okkum, ein ber sorg og sár, annar ber minni beisk og speisk. So ójavnt er sinnið, so ójavnt er minnið, og so ymisk er okkara persónliga barlast.
Eitt eftirljóð av ættargongd, kann tað lýsast betur? Eftirljóðið av ættargongd skiftir millum lív og deyða, deyða og lív, millum tað varandi og farandi, og tað verandi og komandi.
Hóast so gerandisligt og kent, so lá tó altíð hóttanin sum ein undirstreymur í tilveruni, tí undir øllum var aldan hvøss og køld:
Hond í hond ganga tey, gleði og sorg, andaligt og verðsligt, tímiligt og ævigt. Soleiðis gongur lívið í mótsetningum.
Alt í einum fær alt lív annað lag, løtan gerst tigandi, og róðurin tungur:
Ein morgun koma boðini so tung,
sum skelka gamalt fólk, og meira ung,
tá setti inn eitt skip, lágt flagg í stong,
á grøv brátt sungu skipsmenn vini song.
Tað eru hesi, sum aldurnar tóku, vit í dag hava serliga í huga.
Gerandisdagurin er broyttur frá tí í hesi yrking, men sorgin er óbroytt og saknurin tann sami. Tey fóru frá sínum kærastu, í tí svárastu løtuni og í sínum bestu árum.
Stríðið á báðum mótum hevur verið hart. Hugurin hjá heimafólkinum út á hav, og hugurin hjá sjómanninum heim varð sameindur í einum – í bøn.
Álit, trúgv og samanhald er altavgerandi fyri fólk og fyri samfelag. So svárar lagnur hevur hetta land fostrað, at hevði tað ikki verið tann berandi megin og tann persónligi stuðulin, var lív ikki lagað í hesum oyggjum.
Tað, eg sum løgmaður og sum menniskja beri í mær, mínar lívsroyndir og persónliga barlast, mynda meg sum avvarðandi og sum medmenniskja. Hesar royndir, hóast harðar, so eru tær dýrabærar.
Sjálvur kenni eg persónliga við tykkum, sum mist hava, og vil við hesum stuðla tykkum við at heiðra minnið um tey farnu á sjónum.
Sorg og saknur eru sterkar kenslur – og reinar - tí tær eru reinsaðar í tárum og lat okkum minnast, at tíðin lekir ikki øll sorgarinnar sár, tíðin lærir avarðandi ikki at gloyma tann kærleika, sum okkum var givin frá teimum, sum ikki longur eru omaná, men sum eru komin heim.
Sum eitt afturljóð av ættargongd minnast vit hesi farnu persónliga, sum myndugleiki og sum tjóð.
Lat okkum reisast og í tøgn hava hann í huganum, sum í farna ári settist við hvíldartúvu:
Kristin Bærentsen, druknaður suðuri á Sandi tann 14. september 2008, 27 ára gamal búsitandi á Argjum.
Friður veri við minni hansara.
Kaj Leo Johannesen
løgmaður