Nú nýtt landsstýrið er skipað, og Rósa Samuelsen er tilnevnd landsstýriskvinna í almannamálum og
Hans Pauli Strøm er landsstýrismaður í heilsumálum, er Almanna- og heilsumálaráðið umskipað og bygnaðurin tillagaður nýggju støðuni.
Frá 1. oktober 2008 er ráðið býtt í eitt Almannamálaráð og eitt Heilsumálaráð. Deildarstjórin Eyðun Mohr Hansen er fyribils settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum, meðan Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Landsstýrisfólkini hava funnið eina fyribils loysn sínámillum, og farið verður beinanvegin undir at gera eitt varandi býti av uppgávum, tilfeingi og hølum millum ráðini, soleiðis at alt er komið uppá pláss til 1. januar 2009.