Almenn hoyring verður í mannarættindum í kvøld kl. 19:30. Tað er Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni sum skipar fyri hoyringini, ið verður í Posthúskjallaranum í Havn.
Endamálið við hoyringini er, at borgarar og áhugabólkar kunnu siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.
Hoyringin er liður í Universal Periodic Review tilgongdini hjá ST. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn og síðani skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.
SKRÁ:
19:30 Umboð fyri uttanríkistænastuna bjóðar vælkomin og greiðir frá um UPR tilgongdina í Føroyum, og hvussu tilfarið frá hoyringini verður brúkt.
Jonas Christoffersen, stjóri á Dansk Institut for Menneskerettigheder, greiðir frá um UPR tilgongdina í Danmark og Grønlandi og týdningarmikla leiklutin hjá borgarum og áhugabólkum í slíkari tilgongd.
Áhugabólkar leggja fram. Higartil hava Amnesty, LGBT, MBF og Pro Vita boða frá framløgu.
20:20 Steðgur
20:30 Alment orðaskifti og samanumtøka
21:30 Liðugt
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin. Tiltakið verður teknmálstulkað, og atkoma er fyri fólk í koyristóli.