19.05.2015 · Løgmansskrivstovan

Almenn hoyring um mannarættindi í Føroyum

Almenn hoyring um mannarættindi í Føroyum

Mikukvøldið 27. mai kl. 19.30 skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari hoyring í mannarættindum. Endamálið við hoyringini er, at borgarar og áhugabólkar kunnu siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í landinum.

Hoyringin er liður í Universal Periodic Review (UPR) tilgongdini hjá ST. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn og síðani skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

Í mun til aðrar frágreiðingar, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST mannarættindasáttmálar.

Føroyar lata serstakt ískoyti til frágreiðingina saman við Danmark og Grønlandi , har atlit verða tikin til, hvat kemur fram á hoyringsfundinum 27. mai.

Fyrsta føroyska UPR frágreiðingin  varð latin ST í 2011, og hon kann takast niður her. Føroyska ískoytið er á s. 19 – 22.

Almenna tiltakið verður í Posthúskjallaranum . Møguleiki er fyri deyvatulki, og heitt verður á fólk um at boða frá, um tørvur er á hesum í seinasta lagi 26.mai á info@tinganes.fo.