14.02.2014 · Løgmansskrivstovan

Almennar nevndir og ráð endurskoðast

Almennar nevndir og ráð endurskoðast

Tað er neyðugt at endurskoða almennu nevndirnar og ráðini. Málið er størri gjøgnumskygni og sum frálíður færri nevndir og ráð. Tað sigur løgmaður, nú Løgmansskrivstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir upplýsingar um nevndir og ráð, ið landsstýrið varðar av.


- Arbeiðið at savna saman upplýsingarnar um nevndir og ráð hevur verið rúgvismikið. Yvirlitið verður grundarlagið undir okkara arbeiði at tryggja størri opinleika og gjøgnumskygni. Landsstýrið fer nú at kanna, hvussu nevndarøkið kann umskipast fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstur. Vit eiga millum annað at kanna, um tað ikki er fakliga og kostnaðarliga skynsamari at skipa fleiri kærunevndir undir Føroya Kærustovn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.


Nýggja dagførda yvirlitið um nevndir og ráð staðfestir millum annað, at samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í almennum nevndum. Eisini eru nógv fleiri menn enn kvinnur, ið manna almennu nevndirnar.


- Yvirlitið eigur at gera okkum meira tilvitað um kynsmunin. Eg bæði vóni og vænti, at vit í størri mun tryggja javnstøðu, tá ið vit velja nevndir og ráð framyvir, heldur løgmaður.
 

Eftir ætlan verður yvirlitið á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni dagført javnan
 

Meira kann lesast um nevndir og ráð her