04.04.2013 · Løgmansskrivstovan

Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur týskvøldið 9. apríl kl. 19.00

Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur týskvøldið 9. apríl kl. 19.00
Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting. Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur. Í sambandi við, at heildarætlanin er liðug og er handað landsstýrinum, verður skipað fyri almennum pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum um fólkavøkstur týskvøldið 9. apríl kl. 19.00-21.00.
 

 

Á tiltakinum fer arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina, at hava framløgu og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.
 

Í pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar.
 

Evnini, pallborðið fer at kjakast um, eru m.a.:
- Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?
- Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?
- Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?
- Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?
 

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.