24.03.2015 · Løgmansskrivstovan

Anna Malan umboðar Føroyar í arktisku listakappingini

Anna Malan umboðar Føroyar í arktisku listakappingini

Tað verður eitt listaverk hjá Onnu Malan Jógvansdóttir, ið skal umboða Føroyar í arktisku listakappingini, sum kanadiska stjórnin skipar fyri í sambandi við Arktiska ráðharrafundin 24. apríl.

Í uppgávuorðingini til arktisku listakappingina varð lagt upp til, at ung millum 18 – 25 ár skuldu tulka evnið “Development for the People of the North”.  

Dómsnevndin metti, at tekningin hjá Onnu Malan er visuelt í javnvág og virkar væl. Í sama viðfangi gevur hon eitt ítøkiligt boð upp á bundna evnið, og setir tað í ein føroyskan samanhang.

Havið og havsins tilfeingi eru í miðdeplinum, og við tilvísingum til frumsagnina um Havsins Móður flættar listafólkið smálutir - fisk, aldur, kulda og hav - saman í eina heild. Menniskjan og náttúran eru tengd at hvørjum øðrum, og rætturin til burðardygga nýtslu av náttúrutilfeinginum er í hásæti.  

Listafólkið hevur eisini sans fyri tí prýðiliga og fyri mynstrum, ið verða samantvunnin til eina heild. Bláu litirnir hóska væl til evnið.

Í dómsnevndini hava sitið Inger Smærup Sørensen, umboðandi Norðurlandahúsið, Aase Bømler Olsen, umboðandi Listasavn Føroya og Margretha Nónklett, umboðandi Uttanríkistænastuna.

Vit ynskja Onnu Malan Jógvansdóttir hjartaliga til lukku við heiðrinum.