30.06.2015 · Løgmansskrivstovan

Annika Olsen á summarfundi í Gotlandi

Annika Olsen á summarfundi í Gotlandi

Evropa Samveldi kann læra nógv av norðurlendska samstarvinum – ikki minst hvat sosialum- og samfelagsviðurskiftum viðvíkur. Tað var ein niðurstøða á tiltakinum “Koma norðurlond at yvirliva ES?”, ið varð fyriskipað á Gotlandi í gjár. Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, umboðaði Føroyar. Saman við henni vóru umboð úr Álandi, Grønlandi og svensku stjórnini.

- Londini eru samd um, at norðurlendska samstarvið hevur avbjóðingar í mun til ES. Fundarluttakararnir eru kortini á einum máli um, at ES eigur í størri mun at hyggja norðureftir. Eg nýtti eisini høvi at greiða frá makrelmálinum, sum var ein stór avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin. Heldur enn at lima Føroyar í ES, skulu vit virka fyri einum nýggjum sáttmála við ES, sigur Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri.

Tiltakið í gjár er partur av “Almendalsvikan” á Gotlandi. Almendalsvikan er politiska vikan hjá svensku politikarum, sum verður hildin í Gotlandi á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 1968, tá ið Oluf Palme stóð fyri tiltakinum. Í dag luttaka eini 35.000 fólk á summarfundinum. Í gjár helt svenski forsætisráðharrin Stefan Löfvén røðu í Almedalen, har ein fullsettur Almendalur lýddi á.

-Eg eri sera glað fyri at fáa møguleikan at taka lut á “Almendalsvikan”. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá politikaranum at møta fólkinum og tosa um politikk, samfelagsviðurskifti og onnur týdningarmikil viðurskifti. Tað er hugaligt at hitta fólk á hendan fólkaliga hátt, og har tú kemur hvørjum øðrum við á annan hátt, vísir Annika Olsen á.

Høvuðsmynd: Annika Olsen saman við grønlendska og álendska umboðunum á tiltakinum “Koma norðurlond at yvirliva ES?”.

undefined

Annika Olsen saman við norðulendsku samstarvsráðharrnunum Kristian Persson úr Svøríki og Veronica Thörnroos úr Álandi