Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, verður á Norðurlandaráðsfundinum í Svøríki hesa vikuna.
Hon skal millum annað taka lut á fundi við samstarvsráðharrarnar úr hinum norðanlondunum.
Eisini er fundur við Útnorðurráðið á skránni.
Annika Olsen skal vegna norðurlendsku samstarvsráðharrarnar leggja eitt uppskot fram um eitt nýtt arktiskt samstarv millum norðanlond.
Hósdagin stendur øllum norðurlandaráðstinglimum frítt at spyrja norðurlendsku samstarvsráðharrarnar um ymisk viðurskifti. Tá skal Annika Olsen svara spurningum, sum snúgva seg um føroysk viðurskifti.
Høvuðsevnið á toppfundinum í Stokkhólmi er “Det nordiske samarbejde i udvikling”, har dentur verður lagdur á útbúgving, integratión og arbeiðsmarknað.