Ársfrágreiðingin fyri altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp 2012 lýsir menningarsamstarvspolitikk Føroya og tær verkætlanir, ið fingu stuðul í 2012.
Sjey menningarverkætlanir fingu stuðul í fjør úr Føroyum. Talan er um tríggjar undirvísingarverkætlanir í ávikavist Nepal, Kenja og Senegal, tvær heilsuverkætlanir í Sambia og Pakistan, og tvær fiskivinnuverkætlanir í Eysturtimor og Kambodia.
Stuðulin til fiskivinnuverkætlanina í Kambodia er framhald av stuðli, ið var latin í 2011. Endamálið við hesari verkætlan er økja um inntøkumøguleikarnar í økjunum kring Tonle Sap ánna í útnyrðingspartinum av Kambodja, og Mekong ánna í landnyrðingspartinum av landinum. Tað er felagsskapurin Voluntary Service Overseas (VSO), ið stendur fyri verkætlanini í samstarvi við lokalar felagsskapir og landsins myndugleikar.
Kambodja er eitt av fátækastu londunum í Suðurasia. Áleið 35 prosent av íbúgvunum í landinum liva undir fátækramarkinum og livialdurin er millum teir lægstu har um leiðir.
Fiskiskapur hevur stóran týdning í Kambodia. Inntøkan hjá yvir 60 prosent av íbúgvunum í landinum er beinleiðis ella óbeinleiðis tengd at fiskiskapi, og 80 prosent av protein- inntakinum hjá fólkinum kemur frá fiski. Fiskiskapurin er hóttur nógvastaðni orsakað av ovfisking, vantandi ásetingum og vantandi stýring. Hesi viðurskifti hava økt fátækdømi í teimum økjunum, har fólk í høvuðsheitum liva av fiskiskapi.
Stjórnin í Kambodja hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna og sum liður í hesum vóru fiskirættindi løgd út til lokalsamfeløgini at umsita í 2001. Ein fortreyt fyri at hetta skal hepnast er samstarv, bæði millum lokalar og sentralar myndugleikar, og eisini á lokalum stigi – t.e. millum ymsu brúkarnar av økjunum. Verkætlanin hjá VSO hevur til endamáls at stuðla uppundir samstarvið og at menna og sameina lokal og national tiltøk.
Tað serliga við VSO er, at felagsskapurin nýtir “professional volunteers” - fólk, ið hava serligan førleika og royndir innan ávís øki, t.d. innan marknaðarføring, ráðlegging, undirvísing o.s.fr. Tey sjálvbodnu arbeiða í einum menningarlandi í eitt tíðarskeið saman við lokalum felagsskapum, á skúlum og stovnum ella í landsfyrisitingini.
Til ber hjá føroyingum at søkja um starv hjá VSO - antin við at venda sær til Uttanríkistænastuna ella við at søkja gjøgnum www.vsointernational.org/volunteer.
Føroyar stuðla harumframt einari undirvísingarverkætlan í Nepal, sum VSO stendur fyri í samstarvi við landsins myndugleikar. Í sambandi við hesa verkætlan verður tørvur á fleiri lærarum komandi árini.
Til ber at lesa meira um verkætlanirnar í ársfrágreiðingini, ið kann takast niður her.
Játtanin til menningarsamstarv var 2 milliónir krónur í fjør. Á yvirlitinum niðanfyri sæst býtið millum tær ymsu verkætlanirnar. Nakrar av verkætlanunum eru framhald av verkætlanum, ið fingu stuðul í 2011, meðan aðrar fóru av bakkastokki í 2012.