18.11.2013 · Løgmansskrivstovan

Ársfundur í NEAFC 2013

Ársfundurin í NEAFC var í London í døgunum 11.-15. november 2013. NEAFC er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og tekur sær einamest av fiskiskapi í altjóða sjógvi.

Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG). Innan NEAFC samstarva limalondini Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg og Russland um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Ársfundurin hesu ferð viðgjørdi m.a. fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir svartkjafti, norðhavssild og makreli, fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og norðanfyri, djúphavsfiskiskap, umframt økisfriðingar í altjóða sjógvi.

Avgjørt var at halda fram við verandi semju um fiskiskap eftir kongafiski og búrfiski. Av tí at strandarlandasamráðingarnar um makrel, sild og norðhavssild ikki eru lidnar, var ongin niðurstøða gjørd um fiskiskap eftir hesum fiskisløgum í altjóða sjógvi.

Ársfundurin viðgjørdi eisini mál um fiskiveiðieftirlit, fíggjar- og umsitingarmál, veiðihagtøl, umframt samstarv við aðrar økisfelagsskapir.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkistænastuna, Fiskimálaráðið, Sendistovu Føroya í London, Havstovuna, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Thor.