Ársfundurin hjá NEAFC 2014 avgjørt at skerja kvotuna eftir kongafiski í Irmingerhavinum
33. ársfundurin hjá NEAFC, ið er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, varð hildin í London í døgunum 10. til 14. november 2014. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG).
Limalondini í NEAFC eru Føroyar, Grønland, ES, Ísland, Noreg og Russland.
Málini á ársfundinum snúgva seg um skipan av fiskiskapinum eftir ferðandi fiskastovnum í altjóða sjógv á okkara leiðum, umframt eftirlit og verju av vistskipanunum í havinum.
Galdandi samtykt um fiskiskap eftir pelagiskum kongafiski í Irmingarhavinum gongur út í ár. ICES tilmælið ger greitt, at støðan hjá kongafiskinum í Irmingerhavinum er ikki góð. Semja varð fingin um eina samtykt, sum ásetir heildarkvotuna av kongafiski í 2015 til 9.500 tons, harav eiga Føroyar 639 tons. Heildarkvotan í 2014 var 20.000 tons. Talan er sostatt um eina munandi skerjing av kvotuni. Samtyktin ásetur eisini, at veiðitíðin í 2015 verður avmarkað til tíðarskeiðið 10. mai til 1. juli 2015. Russland, tók ikki undir við samtyktini.
Fundurin í ár varð annars merktur av ósemjum millum londini.
Tað eydnaðist ikki at fáa semju um eina serstaka skipan fyri fyri fiskiskapinum eftir búrfiski í altjóða sjógvi. Fiskiskapurin er tó fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja varð um at leingja fyri 2015.
Tað eydnaðist heldur ikki at koma fram til nakra semju um kongafiskin í altjóða sjógvi norðanfyri. Ósemja er millum Russland og Noreg øðrumegin, og ES, Føroyar/Grønland og Ísland hinumegin. Noreg og Russland løgdu fram uppskot til samtykt samsvarandi avtalu teirra millum, ímeðan Føroyar/Grønland, ES og Ísland løgdu uppskot fram um, at galdandi skipan skal halda áfram komandi ár eisini. Hvørki av uppskotunum fekk nøktandi undirtøku.
Eingin semja er enn millum strandarlondini um tey trý stóru uppsjóvarfiskasløgini makrel, norðhavssild og svaftkjaft. Grundarlag var tí heldur ikki fyri at fáa semju um fiskiskapin í altjóða sjógvi á NEAFC fundinum. Lagt varð ístaðin upp til, at uppskot til samtyktir fyri hesi fiskasløg fara at verða send NEAFC limalondunum til støðutakan umvegis brævatkvøðu-greiðslu, eftir at fundir hava verið aftur millum strandarlondini.
Semja varð um, at galdandi samtyktir um veiðibann eftir hemara og hávi í altjóða sjógvi, og veiðibann eftir brugdu í øllum sáttmálaøkinum, halda fram í 2015. Eisini varð samtykt, at avmarka fiskiskapin eftir kubbuta langasporli og rísna langasporli í altjóða sjógvi í 2015 til ávikavist 717 tons og 900 tons. Talan er um eina heildarkvotu til øll NEAFC limalond. Eftir tilráðing frá ICES varð semja eisini um at friða trý øki fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi.
Fyri tveimum árum síðani varð ein serfrøðingabólkur settur at meta um, hvussu NEAFC sum felagsskapur megnar at røkja sínar skyldur. Bólkurin er nú liðugur við sítt arbeiðið og var frágreiðing løgd fram á ársfundinum. Av tí at frágreiðingin var tøk bert fáar dagar undan ársfundinum varð avgjørt, at nærri viðgerð av frágreiðingin verður á einum eykafundi í NEAFC í mai 2015.
Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkistænastuna, Fiskimálaráðið, VØRN, Havstovuna, føroysku sendistovuna í London og vinnuna.