
Tað er mær ein stór gleði og stórur heiður at vera biðin at heiðra ársins íverkseta.
Góða Jutta!
Eg vil vegna Føroya landsstýri ynskja tær hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2010.
Føroyar hava í hesum tíðum tørv á fólki sum tær. Fólki, sum hava dirvi at bróta upp úr nýggjum og ganga egnar leiðir. Tí vinnuligur framburður og búskaparligur vøkstur verður skaptur av íverksetarum, sum hava vilja og áræði at fylgja sínum dreymum og hugskotum allan vegin - frá tanka til marknað.
Íverksetarar hava til felags, at tey eiga eina drívmegi í sær. Eina drívmegi, sum er neyðug um hugskot skulu gerast veruleiki. Mann kann kjakast leingi um, hvaðani henda drívmegi kemur. Hjá summum sýnist tað sum ein íborðin eginleiki at gerast íverksetari. Onnur tykjast at blíva tað meira av tilvild, tí tey onkursvegna koma fram á vinnuligar møguleikar, sum tey ikki kunnu lata fara fram við.
Jutta! Tú kemur sjálv av eini íverksetarafamilju úr Vági. Pápi tín hevur saman við pápabeiggjum átt skip og rikið handilsvirksemi. At standa á egnum beinum hevur altíð verið hugurin hjá teimum. Og soleiðis er eisini við tær.
Mær hevur latið fortalt, hvussu góð tú altíð hevur verið at funnið uppá. Tá ið tú las í Danmark vóru pengarnir smáir. Men tú fann uppá at keypa bingjur við møblum, sum vóru settar til sølu, tí bingjurnar høvdu fingið skaða. Tú keypti bingjurnar fyri 10.000 kr. stykkið, men seldi møblarnar í bingjunum fyri 150.000 kr. Eina páskaferiu hevði tú leigað Faroe Seafood, og hevði uppboðssølu har við møblum, ið fólk stóðu í kø fyri at keypa.
Jutta! Dómsnevndin sigur, at tú er vald til ársins íverksetara, tí tú við tíni nýggju fyritøku, hoyriklinikkini “Hoyrnin”, hevur brotið upp úr nýggjum. Talan er um nýtt vitanartungt virkisøki í Føroyum. Tú arbeiður innan eina vinnugrein, har kappingin um at menna nýggja tøkni er stór. Tá talan er um nýggja tøkni til hoyriveik, eru danir ógvuliga frammaliga í altjóða høpi, og hesin marknaður hevur stóran týdning fyri danska búskapin. Tín fyritøka er partur av fleiri altjóða netverkum, og tí er tín fyritøka líka frammaliga innan tað nýggjasta nýggja, sum fyritøkur í Danmark, Týsklandi ella USA.
Eitt gamalt orðatak sigur, at tá tað regnar á prest, so dryppar á degn. Hetta er so sanniliga eisini galdandi fyri tína fyritøku. Við tínum altjóða sambondum hevur tú longu megnað at skapt avleitt virksemi, og stórar fyritøkur, sum tú samstarvar við, hava víst áhuga fyri Føroyum. Fyritøkan Phonak kemur í mai í ár til Føroyar við 30 starvfólkum at hava teambuilding. Og heimskenda fyritøkan Siemens hevur lagt fyrispurning inn um at bjóða 60 av sínum stjórum til Føroyar at hava teambuilding. Hetta avleidda virksemi ger tú saman við manninum Sigmund, sum eisini er íverkseti og eigur fyritøkuna Rib 62.
Sostatt hevur tín fyritøka ikki einans klára at skapt gott úrslit fyri seg sjálva. Góða úrslitið hjá fyritøkuni smittar eisini yvir á føroyska ferðavinnu og føroyska handilsvinnu.
Tað er mín vón, at vit fara at síggja nógv fleiri íverksetar í Føroyum, og at vit sum frá líður megna at skapa eina íverksetaramentan á hædd við fremstu lond í heiminum. At ogna hendan dagin til íverksetararnar er eitt stórt stig á leiðini.
Góða Jutta! Hjartliga til lukku við tilnevningini, Ársins Íverksetari 2010.
Takk fyri.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður