25.03.2011 · Løgmansskrivstovan

Ársins íverkseti 2011

Ársins íverkseti 2011
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen avdúkaði Ársins íverkseta 2011, á Ársins íverksetaradegi tann 25. marts, í Múllers Pakkhúsi.

Tað er mær ein stór gleði at heiðra ársins íverkseta 2011.
 

Góði Óla Kristian á Torkilsheyggi
Vegna landsstýrið vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við heiðrinum sum ársins íverkseti 2011.
 

Nýskapan er fortreyt fyri vøkstri í okkara samfelag. Skulu vit skapa nýggj virði og arbeiðspláss, er neyðugt at bróta upp úr nýggjum. Tá er neyðugt við íverksetarum, fólki, sum hava hugin, áræði og viljan at fylgja dreymum og hugskotum allan vegin - frá hugsan til faktura.
 

Í vinnuhøpi mást tú oftast byrja í smáum, áðrenn tú kanst vaksa og vinna tær stóru inntøkurnar. Fyritøkur, sum Bakkafrost, Tavan, Havsbrún og Guðrun og Guðrun, byrjaðu í síni tíð í smáum, og við at íverksetarar sóu vinnumøguleikar og megnaðu at gera møguleikarnar til veruleika. Í dag eru hesar fyritøkur fyrimyndir, sum klára seg sera væl í altjóða kapping, skapa arbeiðspláss og standa fyri vøkstri í føroyska samfelagnum.
 

Íversetarar eiga stóran lut í framburðinum í okkara samfelag. Føroyar hava fostrað mætar kvinnur og menn, og millum hesi teljast íverksetarar. Her havi eg hug at nevna Nólsoyar Páll.
Nólsoyar Páll hevði mong ymisk evni. Hann var skipari, bóndi og yrkjari. Eitt menniskja við visjónum, sum megnaði at bróta upp úr nýggjum innan fleiri øki.
 

Í 1804 bygdi hann saman við øðrum Royndina Fríu, og Royndin Fríða var fyrsta skip, bygt í Føroyum og átt av føroyingum síðani miðøldina. Og fyri sítt ídni sum bóndi, fekk hann heiðursmerki frá Landshusholdningsselskabet.
 

Nólsoyar Páll var eisini eitt menniskja av samtíðini og rembingunum í Evropa og hugsjónini um fría vinnu. Hann visti, at um Føroyar skuldu fram á leið, mátti fyritaksemi fáa fríari ræsur, og hann arbeiddi fyri at fáa fríhandil í Føroyum.
 

Tíanverri minnast vit eisini søguna um Nólsoyar Páll fyri mótstøðuna, hann fekk frá myndugleikum, sum løgdu forðingar fyri hansara átøk og ætlanum.
Men heldur enn at gevast, stríddist hann móti mótstøðumonnunum fyri at fremja ætlanir sínar í verki.
 

Lívið hjá Nólsoyar Páll fekk tó ein bráðan enda, tá ið hann hvarv á sjóferð aftur til Føroya úr Onglandi í eina váta grøv, sum so mangir av okkara landsmonnum. Tó minnast vit enn tann dag í dag Nólsoyar Páll fyri hansara áræði og framskygni. Hann fylgdi í nútímans høpi slagorðinum hjá Nike: Just do it.


Nýskapan og tey, sum vilja bróta upp úr nýggjum, skulu ikki møta mótstøðu frá landsins myndugleika. Framfýsni hjá teimum, sum vilja skapa nýggjar vinnuvegir, og tey, sum ynskja at skapa nýggjar fyritøkur, byggja land. Hetta ljós skal hava møguleika at lýsa bjart. Tí vil eg og landsstýrið arbeiða fyri, at íverksetarar í Føroyum hava góð kor at virka undir. Skal eitt samfelag fram á leið, er neyðugt við nýhugsan.

 

Góði Óla Kristian
Tú kemur sjálvur úr íverksetarafamilju. Abbi tín var tann navnframi Ólavur Gregersen, sum átti skip og Tøtingarvirkið í Gøtu. So sigast kann, at vinna og íverkseting liggur í tínum blóði. Mær er fortalt, at tú í 5. flokki skrivaði ein stíl, har tú greiddi frá tínum íverksetaradreymi. Tín fyrsta fyritøka skuldi verða eitt spinnarí.
 

Tá tú gekk á Handilsskúla, valdi tú at vera við í kappingini “Ungt virkið”, og saman við øðrum næmingum stovnaðu tit eina fyritøku, sum framleiddi teppir til fólk við gikt.
Eftirspurningurin eftir teppunum var so stórur, at lærararnir á Handilsskúlanum vóru um at koma í neyð. Tit høvdu úr at gera við at framleiða og selja teppir og tískil ikki stundir til Handilsskúlan. Keyparar vóru apotekini, røktarheim, sjúkrahúsið og giktarfelagið.
 

Hetta árið vunnu tit kappingina um “Ungt Virki”. Tit vunnu eisini altjóða kappingina fyri at vera mest umhvørvisvinarliga virkið.
 

Gamla føroyska orðatakið sigur: “Ull er Føroya gull.” Fyri tína fyritøku, sum eitur Navia, er ullin eisini vorðin til gull. Tínar vørur verða í dag seldar í umleið 500 handlum um allan heim og skapa nógv arbeiðspláss bæði í Føroyum og uttanlands.
 

Dómsnevndin sigur, at tú ert valdur til ársins íverkseta, tí tú við tíni fyritøku hevur megnað at brotið upp úr nýggjum við at duga handverkið og at síggja møguleikan í tí tilfeingi, sum liggur okkum nærmast.
 

Úr ullini hevur Navia skapt góð fíggjarlig úrslit og klárar seg í altjóða kappingini við aðrar útlendskar veitarar.
 

Tað er mín vón, at vit fara at síggja nógv fleiri íverksetarar í Føroyum, sum teg Óla Kristian. At vit, sum frá líður, megna at skapa eina íverksetaramentan á hædd við fremstu lond í heiminum. Tú ert ein fyrimynd, og tíni úrslit skapa íblástur og geva øðrum trúnna uppá, at tað ber til at eydnast, tá ið brótið verður upp úr nýggjum.
 

Hjartaliga til lukku við tilnevningini Ársins íverkseti 2011.

 

Takk fyri!