30.03.2012 · Løgmansskrivstovan

Ársins íverkseti 2012

Ársins íverkseti 2012
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen avdúkaði Ársins íverkseta 2012, á Ársins íverksetaradegi tann 30. marts, fabrikkini hjá Østrøm niðri á Skálatrøð.

Tað er mær ein stór gleði at vera biðin at heiðra ársins íverksetara 2012.

 

Góði Ólavur Ellefsen

 

Løgmaður og Føroya landsstýri ynskja tær hjartaliga til lukku við heiðrinum sum ársins íverksetari 2012.

Íverksetarar sum tú hava stóran týdning fyri vøksturin í føroyska búskapinum. Vinnuligur framburður verður júst skaptur av fólki, sum hava hug, áræði og dirvi at fylgja sínum dreymum og sínum vinnuhugskotum allan vegin, frá tanka til markna.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vit, sum umboða landsins myndugleikar, eiga at skapa karmar, har íverksetarar kunnu hava góð kor at koma fram og menna sínar dreymar og ætlanir. Framfýsni hjá teimum, sum vilja skapa nýggjar vinnuvegir, og teimum sum ynskja at skapa íverksetarafyritøkur, er sum ein byrjandi logi. Vit, myndugleikarnir, mugu ansa eftir, at vit hava skipanir, sum geva tí byrjandi loganum luft og umstøður at menna seg til eitt bjart ljós. Annars kann ljósið skjótt verða køvt.

 

Sum nakað nýtt hevur Føroya landsstýri skipað fyri, at næmingar í fólkaskúlanum kunnu nema sær kunnleika og undirvísing í íverksetan longu í 10. flokki. Lærugreinin endar við einum meistaraheiti í íverksetan. Hetta tiltak fór av bakkastokki í Norðurlandahúsinum í mars í ár. Mær er sagt, at verkætlanin eydnaðist stak væl.
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hóast alt kann gerast betur, eru vit nú um at fáa nakrar mennandi karmar uppá pláss, ið stuðla uppundir íverksetan.

Eg kann nevna stovnanina av einum grannskarasetri hjá grunninum Vinnuframa, har íverksetarar kunnu húsast og granska. Harumframt veitir Vinnuframi peningaligan stuðul til íverksetarar. Íverksetarahúsið hevur virksemi kring alt landið, umframt at íverksetarar kunnu húsast inni í stásiligu húsinum hjá Kjølbro í Klaksvík. Sostatt hava vit í dag eina samanhangandi íverksetaraskipan í Føroyum.

 

Í flestu viðurskiftum ert tú fyrst lítil, áðrenn tú verður stórur og sterkur. Soleiðis er eisini í vinnuhøpi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Kjølfestar føroyskar fyritøkur, sum vit í dag kenna sum sterkar og kappingarførar á altjóða stigi, byrjaðu í síni tíð sum íverksetarafyritøkur. Fyritøkur, har íverksetarar sóu vinnumøguleikar og tordu at gera møguleikarnar til veruleika. Fyritøkur, sum skapa nýtt virksemi og menna føroyska búskapin.

 

Ólavur Ellefsen!

Tú ert íverksetari við stóra Í. Longu í 1997, tá ið føroyski fjarðskiftismarknaðurin varð liberaliseraður vart tú frammarliga í skónum. Saman við øðrum góðum fólki tók tú kappingina upp við monopolið Føroya Tele við táverandi fyritøkuni sp/f Alnótin, sum seinni gjørdist P/F Kall og í dag Vodafone.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Og júst kunningartøkni hevur altíð havt tín stóra áhuga. Tú hevur master útbúgving í teldufrøði og virkisbúskapi frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Og fyritøkan “Simprentis”, sum tú hevur stovnað og nú ert stjóri fyri, er eisini ein fyritøka, sum gagnnýtur kunningartøkni á ein nýskapandi hátt.

 

Dómsnevndin sigur, at tað er fyrst og fremst fyri stovnanina av “Simprentis”, og tað arbeiðið, tú hevur lagt í fyritøkuna, sum ger, at tú í dag ert valdur sum ársins íverksetari.

 

Simprentis arbeiðir við at menna vekstovur til olju- og gassframleiðarar, almennar stovnar og útbúgvingarstovnar kring heimin. Við tíni fyritøku hevur tú verið víða um heimin. Eitt nú hevur tú undirvíst í londum sum Kanada, USA, Venesuela, Ghana, Saudi-Arabia, Indonesia og Kina.
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í undirvísingarháttinum hjá Simprentis verður lagt dent á at fáa fólk drigin inn í tilgongdina á virknan og spælandi hátt. Ein partur av undirvísingini er, at nýta eina simuleringsskipan, har uppgávan er at leita eftir olju. Við skipanini kemur brúkarin av skipanini inn í allar teir mest vanligu partarnar av oljuvinnuni. Og tað er júst undirvísingarháttur saman við nýggju tøknini, sum hevur gjørt tína fyritøku til tað, hon er ídag. Her kann nevnast, at millum føstu kundarnar hjá Simprentis teljast Statoil, Exxon Mobile og ENI.

Tann drívmegi, sum allir íverksetarar hava til felags, hevur alt at siga fyri, um hugskot skulu gerast til veruleika.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað kann vera kjakast leingi um, hvaðan hendan drívmegin kemur. Hjá summum sýnist tað sum ein íborin eginleiki at gerast íverksetari. Tað, sum eyðkennir tey íverksetarahugskot, sum tú – Ólavur – hevur arbeitt við er, at tey øll hava við nýggju kunningartøknina og internetið at gera.

 

Tøkniliga menningin seinastu 20 árini hevur fullkomiliga broytt, hvussu vit tilogna okkum vitan. Við internetinum eru upplýsingar nógv lættari at fáa fatur á, tær eru meira knýttar at øðrum upplýsingum, og kjakast kann um alt við øll. Hetta setir eisini nýggj krøv til nýggjar undirvísingarhættir. Og tað eru júst nýggir undirvísingarhættir, sum eru kjarnin í tínum íverksetarahugskoti og fyritøku.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Dómsnevndin sigur, at tú ert valdur til ársins íverksetara, tí tú við tíni íverksetarafyritøku hevur brotið upp úr nýggjum. Tú hevur ment eitt oljuspæl, sum verður spælt í nógvum londum.

 

Við at samantvinna nýggja tøkni við nýggjum undirvísingarhátti, skapar tú nýtt vinnuligt virksemi, nýggj arbeiðspláss og inntøkur til føroyska samfelagið.

Ólavur – tú hevur við fyritøku tíni givið nýggjan íblástur til aðrar íverksetarar í Føroyum.

 


Tað er mín vón, at tað fer at gangast tær og tíni fyritøku væl í framtíðina. Tað er eisini mín vón, at vit fara at síggja nógv fleiri íverksetarar í Føroyum, og at vit sum frá líður megna at skapa eina íverksetaramentan á hædd við fremstu lond í heiminum. At ogna hendan dagin til íverksetararnar er eitt stórt stig á leiðini.

 

Ólavur! Tað er mær ein stór gleði at ynskja tær hjartaliga til lukku sum ársins íverksetari 2012.

 

 


Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður