”Øll menniskju eru fødd við somu rættindum. Tey skulu altíð verða væl viðfarin, so at tey læra at fara væl við øðrum og virða tey.” (Heimsyvirlýsingin hjá ST, grein 1)
At vera við til móttøkur, hátíðarhald, veitslur o.s.fr. er partur av mínum starvi sum løgmaður. Eg havi glett meg til hesa veitslu, tí henda samkoma er so lívsjáttandi og liftøgur. Vit eru ikki øll eins, og tað skulu vit ikki vera. Okkara samfelag er fjølbroytt, tí vit sum menniskju eru so fjølbroytt og ymisk. Tó hava vit sama virði, og vit eiga at vera javnsett uttan mun til eyðkenni ella frábregði.
Eg fegnist um, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu í næstum verður lagdur fyri Løgtingið. Ígildiskoman av hesum sáttmála verður eitt stórt stig á leiðini at tryggja fólki við breki og menningartarni betri og virðiligari kor. Avbjóðingin hjá okkum politikarum er at fremja tey tiltøk, sum eru neyðug fyri at tryggja brekaðum tey rættindi, sum ásett eru í hesum sáttmála.
Í okkara landi er stórt tal av sjálvbodnum felagsskapum. Nevnast kunnu ítróttarfeløg, sjúkuáhugafelagsskapir, hjálparfelagsskapir, kirkjur, samkomur o.s.fr. Hesir felagsskapir hava ein sera stóran týdning fyri okkara samfelag.
Tað almenna hjálpir samfelagsbólkum við serligum tørvi, og tað almenna hevur skyldu at hjálpa hesum bólkum. Men uttan sjálvbodnar felagsskapir høvdu korini hjá hesum samfelagsbólkum verið munandi verri. Næstakærleikin skal ikki bert útinnast í verki ígjøgnum almennar stovnar; nei, vit sum einstaklingar eiga at vísa okkara medmenniskjum næstakærleika og umsorgan. Fleiri av teimum sjálvbodnu felagsskapunum í okkara landi virka við næstakærleika og umsorgan sum grundstøði. Javni, landsfelagið evnaveikum at bata, er eitt gott dømi um ein slíkan felagsskap.
”Javni vil fegin vera við til at skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll fáa møguleika at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum.” Við hesum setningi lýsir Javni væl og greitt sína stevnu. Eg vil saman við tykkum skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum. Hvørt menniskja er serstakt. Øll hava rætt til eitt gott lív, tryggleika og at verða møtt við virðing og umsorgan.
Javni er ein virkin og sjónligur felagsskapur. Sjónvarpslýsingarnar hjá Javna, sum hava verið sendar regluliga, hava á ein greiðan og menniskjaligan hátt varpað ljós á tann virðismikla skara av menniskjum, ið Javni virkar fyri.
Eisini teir eyðkendu kalendararnir hjá Javna hava gjørt felagsskapin sjónligari. Takk skulu tit hava fyri hesi átøk, sum hava víðkað okkara sjónarring.
At enda vil eg takka fyri, at Jórun og eg vórðu boðin við til hesa veitslu. Eg ynski øllum framhaldandi eina góða veitslu, og Javna verður ynskt góða eydnu við virki felagsins.
Kaj Leo Johannesen
løgmaður