Kanadiska stjórnin hevur, í sambandi við formansskapin í Arktiska Ráðnum, útskrivað eina listakapping fyri ung í aldursbólkinum 18 – 25 ár. Evnið fyri kappingina er "Development for the People of the North", t.e. menning fyri fólkið á norðurleiðum.
Kappingin er skipað soleiðis, at hvør arktisk tjóð kann innstilla listaverk. Føroyingar hava møguleika at luttaka í kappingini við at senda eitt listaverk inn til Uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni, ið samskipar føroysku kappingina í samstarvi við Mentamálaráðið. Vinnandi listaverkið úr Føroyum verður við í arktisku listakappingini. Verkini verða víst fram í Ottawa í sambandi við Arktiska ráðharrafundin, ið verður í døgunum 23. – 25. apríl. Eftir hetta verða listaverkini sýnd fram á m.a. sendistovum í Kanada fram til 31. august. Til ber at fáa sent listaverkið aftur til Føroyar eftir hetta, upp á egna rokning.
Treytir:
- Tey luttakandi skulu vera millum 18 – 25 ár og búsitandi í einum av teimum arktisku londunum*
- Talan skal vera um uppruna myndlist, ið kann rammast inn og rullast saman (t.d. tekningar, málningar, steinprent, miðlamyndir (mixed media), tó ikki fotomyndir.
- Listaverkið skal ikki vera størri enn 61 x 61 sentimetrar (uttan rammu)
Freist:
Listaverkið skal avmyndast og sendast teldutøkt til info@tinganes.fo í seinasta lagi 6. mars 2015. Viðmerk myndakapping í evnisteiginum. Eftir hetta velur ein dómsnevnd eitt listaverk út, sum síðani verður sent til Ottawa at luttaka í kappingini saman við hinum listaverkunum. Dómsnevndin leggur í síni døming dent á kreativitet, listarliga dygd og tulking av evninum. Nevndin tilskilar sær rætt til, frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella onki at velja.
Vinningur:
Listafólkið, sum vinnur kappingina í Føroyum, fær ein vinning á 3000 kr. Listafólkini, ið vinna arktisku kappingina (1., 2. og 3. pláss) fáa ein vinning, virði 8000 kr.
Samband:
Um spurningar eru, ber til at venda sær til Sólfríð Í Króki á teldupost: solfridk@tinganes.fo
* Arktis er eitt ómetaliga stórt øki, ið fevnir um partar av Kanada, USA, Russlandi, Finnlandi, Noregi og Svøríki, og harumframt Grønland, Ísland og Føroyar. Arktis verður lýst á ymsan hátt. Landafrøðiliga verður lýsingin ofta avmarkað til økið norðan fyri pólkringin, ella har ið markið gongur suður til øki við permafrost, ella har miðalhitin í juli er í mesta lagi 10 hitastig. Men tá tað snýr seg um politiskt samstarv, fevnir Arktis um øll londini og fólkini á norðurleiðum, m.a. Føroyar. Føroyar eru partur av sendinevndini hjá kongsríkinum í Arktiska Ráðnum saman við Grønlandi og Danmark. Hini limalondini í Arktiska Ráðnum eru USA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Norra og Ísland. Til ber at lesa meira um arktiska samstarvið í bóklinginum "Føroyar – eitt land í Arktis": http://www.lms.fo/media/4648/foroyar-eitt-land-í-arktis-web.pdf
MENTAMÁLARÁÐIÐ OG UTTANRÍKISTÆNASTAN Á LØGMANSSKRIVSTOVUNI