Góðu landsmenn - mínar damur og harrar!
25 ár á føroyskum flogi kann tykjast sum long tíð. Í okkara samanhangi - livitíðini hjá Atlantsflogi - er hetta long tíð.
Men hóast tíðin flýgur, so eru 25 ár, í tí stóra, søguliga samanhanginum, at meta sum eitt lítið skýggj í loftinum.
Líka síðani menniskjan fyrstu ferð bar eyga við fugl á flogið, hava fólk droymt dreymin um at flúgva.
Allastaðni á jørðini - í øllum mentanum - møta vit hesum dreymi. Umvegis hetjur og gudar á baki sleipnirs og pegasus. Til fólkið í forna babylon.
Har søgdu tey, at tann, sum droymir seg at flúgva:
- skal finna ríkidómar, um hann er fátækur
- skal finna frælsi, um hann er fjøtraður
- og finna heilsubót, um hann er sjúkur
Trýstir tú á "play", so flýgur Frank Sinatra okkum upp á mánan, og hann svingar okkum millum stjørnurnar.
Og okkara egni Martin Joensen breiðir út tínar veingir, so tú - saman við Svarta Ravninum - "flýgur yvir vøtnini, dimmu dalarnar og fram til gylta tindin".
Ikki minst bergtekur vakra súlan okkum øll. Tá Jóannes Dalsgaaard letur súluna sveima "Vestan fyri Mykines" "yvir hav og fles" við sínum breiða veingjaspenni og vakra flogi.
Atlansflog hevur valt at lata súluna hvíla á sínum flogførum og súmbolikkurin í hesum er sterkur og serstakur fyri okkum føroyingar.
Dreymurin um at flúgva er ljóslivandi - júst nú og her - í hangarinum hjá Atlantsflogi.
Í 25 ár hava tit, ikki bert droymt - men livað dreymin um at flúgva. Tað er eitt bragd í sjálvum sær, og hjartaliga til lukku við tí.
Lat meg eisini formliga, vegna Føroya Landsstýri, ynskja Atlantsflogi eitt stórt og hjartaligt til lukku við teimum 25 árunum, sum felagið nú hevur flogið seg ígjøgnum.
Hetta er ein hátíðardagur hjá tykkum, sum hvønn dag fara til arbeiðis og reka flogfelagið. Vit eru mong, sum frøðast saman við tykkum.
Við eitt høvi sum hetta, er so mangt, man kundi tikið fram úr 25 ára søguni hjá Atlantsflogi, men tíðin loyvir tí ikki.
Eg vil tó undirstrika tann ómetaliga týdning, sum henda fyritøkan hevur fyri Føroya land.
Eitt er, at Atlantsflog er ein høvuðsæðr í føroyskari ferðavinnu.
Annað er, at tykkara dagliga avrik, er ein tann fremsta treytin fyri, at samfelagið mennist - ikki minst vinnuliga.
Í einari tíð, har ið heimsins lond kappast um tey dugnaligastu, er kravið, at tað er skjótt og lætt at koma til og frá.
Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, mugu kunna ferðast lættliga. Tá er tað á mangan hátt ein fyrimunur at búgva í Føroyum.
Somuleiðis útlendingar og fyritøkur, sum síggja møguleikar her heima. Eitt gott og trygt loftvegis ferðasamband ber í sær, at vinnulívsfólk og íverksetarar ikki síggja
fjarstøðuna sum eina forðing fyri íløgum og nýggjum vinnum.
Tað skal altíð bera til at hava basuna í Føroyum og samstundis virka altjóða.
Tá ber til at menna samfelagið og at skapa vøkstur og trivnað.
Hetta er tykkara stóra uppgáva, og vit hava álit á, at tit loysa hana væl.
- -
Fyri Atlantsflog er framtíðin spennandi.
Flogvøllurin er longdur.
Nýggj og tíðarhóskandi flogfør koma í flotan.
Nýggjur terminalur.
Og í nærmastu framtíð eisini ein nýggj støða, har ið Atlantsflog - á jøvnum føti - fær møguleika at kappast við flogfeløg í Europa.
Eg hugsi, at 25 ára søgan hjá Atlantsflogi sigur okkum, at felagið man fara at standa hesa royndina eisini.
Lat meg enda við nøkrum orðum hjá navnframa amerikanska vinnulívsmanninum, Henry Ford.
Ford var bjartskygdur maður og visti, hvussu mótgongd skal yvirvinnast.
Hann segði soleiðis:
"When everything seems to be going against you, remember that the airplane takes off against the wind - not with it".
Í føroyskari týðing sigur Henry Ford nakað soleiðis:
"Tá alt tykist at ganga tær ímóti, minst tá til, at flogfarið lættir sær á - ikki undan, men ímóti ættini".
Við hesi mynd ynski eg tykkum øllum hjartaliga tillukku enn eina ferð - og blíðan byr.
Takk fyri
(Myndatekstur: Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen á Airbus verksmiðjuni í Hamburg í samband við, at nýggja Airbus flogfarið varð handað Atlantic Airways.)