21.05.2013 · Løgmansskrivstovan

Avloysari fyri skrivara/fulltrúa á sendistovu Føroya í Brússel

Avloysari fyri skrivara/fulltrúa á sendistovu Føroya í Brússel

Av tí at eitt starvsfólk fer í farloyvi í eitt ár, søkja vit við hesum eftir avloysara til starvið sum skrivari/fulltrúi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum (Brússel) frá 1. september 2013 til 31. august 2014.

Sendistovan røkir føroysk áhugamál í Evropasamveldinum.

 

Uppgávur
Tann, ið sett/ur verður, verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á sendistovuni. Starvið fevnir millum annað um telefonmóttøku, bókhald, skjalaskráseting, skrivligt samskifti, innkeyp av skrivstovuútgerð og annan dagligan rakstur av sendistovuni, umframt praktiska samskipan av tiltøkum og vitjanum. Harafturat kann talan eisini vera um umboðan til fundir og tiltøk, at skriva frágreiðingar og annað kunnandi tilfar, serliga í sambandi við føroyska luttøku í mentanarsamstarvi á staðnum.

 

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving. Umsøkjarar við viðkomandi arbeiðsroyndum kunnu eisini søkja. Dentur verður lagdur á góðan málkunnleika, bæði í skrift og talu, serliga føroyskt og enskt, umframt franskt. Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera hjálpsamir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

 

Starvsstaðið
Starvsstaðið verður sendistova Føroya í Evropasamveldinum, Rue d’Arlon 69, B-1040 Brussels. Sendistovan er skipanarliga samrunnin partur av Løgmansskrivstovuni.

 

Setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og er skipað samsvarandi teim reglum, sum eru galdandi í donsku uttanríkistænastuni fyri lokalsett starvsfólk. Bústaðarviðurskifti eru ábyrgd umsøkjarans, men starvsfólk á sendistovuni eru til reiðar, eftir førimuni, at veita ráð.

Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kate Sanderson, sendikvinnu í Brússel, á telefon +32 2 2800478 ella (+32) 477 250 160 (fartelefon).

 

Umsóknir
Vinarliga sendið umsókn við prógvum, lívrensli o.ø. til Løgmansskrivstovuna, Tinganes, 100 Tórshavn ella á teldupostadressu: info@tinganes.fo.

Umsóknir skulu verða Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2013.