Nú verður møguleikin hjá útlendingum fyri at keypa fastogn í Føroyum munandi avmarkaður.
Løgtingslóg um keyp av fastogn í Føroyum var samtykt í gjár, og við henni verður skarin av persónum, sum kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, minkaður úr 8 milliardum niður í 6 milliónir fólk.
Framyvir kunnu útlendingar bara keypa fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrinum.
Fólk, sum búgva í Føroyum ella áður hava búð í Føroyum í minsta lagi 5 ár, kunnu framvegis keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum.
Tað sama er galdandi fyri danskar ríkisborgarar, sum hava búð í øðrum parti av ríkinum í minsta lagi 5 ár. Endamálið við hesum er at tryggja øðrum ríkisborgarum sama rætt í Føroyum, sum føroyingar hava í hinum pørtunum av ríkinum.
Feløg, sum hava høvuðssæti í Føroyum, hava eisini møguleika at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Endamálið við hesum er at tryggja, at felagið verður stýrt úr Føroyum.