14. november var eitt ár liðið síðani ABDH samgongan tók við. Landsstýrið hevur í hesum sambandi gjørt eitt avriksyvirlit. Yvirlitið er ein støðulýsing av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum og í øðrum stórmálum hjá samgonguni.
Avriksyvirlitið verður almannakunngjørd á tíðindafundi á Løgmansskrivstovuni týsmorgunin 4. desember kl. 9.
Á tíðindafundinum luttaka floksformenninir í samgonguflokkinum.