Í dag almannakunnger landsstýrið eina dagførda útgávu av avriksyvirlitinum frá desember í fjør. Avriksyvirlitið er ein støðulýsing av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum og í øðrum stórmálum hjá samgonguni.
Týdningarmestu málini hjá samgonguni eru at fáa javnvág á fíggjarlógina, skapa fólkavøkstur í landinum og at fremja nýskipanir innan fiskivinnu, pensjónsøkið, útbúgving, arbeiðsmarknað og heilsu. Hesi eru at síggja fremst í yvirlitinum.
Lýsing av avriksyvirlitinum og sjálvt yvirlitið kunnu síggjast á tinganes.fo.