22.09.2014 · Løgmansskrivstovan

Barnsburðaravloysari til Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Sendistova Føroya í Keypmannahavn søkir eftir barnsburðaravloysara til skrivara at byrja í starvi umleið 3. november 2014. Tíðarskeiðið verður væntandi eitt ár tilsamans. 

Uppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitinum um uppgávur, ið viðvíkja móttøku og telefonavgreiðslu, skrivarauppgávur, sum t.d. at svara fyrispurningum, skjalaskráseting, skipan og ábyrgd av fundarvirksemi, umframt at taka sær av vanligum skrivstovuuppgávum.

Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarar hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, og hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og í talu. Viðkomandi starvsroyndir verða raðfestar høgt.

Vit ynskja starvsfólk, ið hava góð samstarvsevnir, kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera hjálpsom, miðvís og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

Stórur dentur verður lagdur á at geva góða tænastu til tey mongu, sum venda sær til sendistovuna.

Starvsstaðið
Starvsstaðið er Sendistova Føroya í Keypmannahavn, Strandgade 91, 1401 København K.

Sendistovan er partur av føroysku uttanríkistænastuni, ið er ein eind undir Løgmansskrivstovuni.

Sendistova Føroya hevur skrivstovu í sera snøggum umhvørvi á Norðurbryggjuni, har sendistovurnar hjá Íslandi og Grønlandi eisini halda til.

Setanartreytir
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, og verður lønt sambært sáttmála millum Finansministeriet og HK. Starvsfólk skulu sjálvi finna bústað, men vit hjálpa fegin við vegleiðing og øðrum.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigmundur Ísfeld, sendimann, telefon +45 3283 3770.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli (CV) skal sendast til info@tinganes.fo við avriti til sigmunduri@tinganes.fo Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2014.