07.11.2014 · Løgmansskrivstovan

Børn sjálvskrivaðan rætt til tryggan barndóm

Børn sjálvskrivaðan rætt til tryggan barndóm

Størsta avbjóðingina á barnarættindaøkinum er at gera barnið tilvitað um sín rætt.

Hetta var ein av niðurstøðunum hjá barnaumboðsmonnunum úr teimum fimm stóru Norðurlondunum, sum á Norðurlandaráðsfundinum í farnu viku viðgjørdu Barnarættindasáttmálan hjá ST, ið nú hevur virkað í 25 ár.

Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, var føroyska umboðið undir viðgerðini, og hon vísti á, at í Føroyum eru stór framstig.

- Rættindini hjá føroyskum børnum eru munandi styrkt, nú løgtingsins umboðsmaður eisini virkar sum barnaumboðsmaður, vísti hon á.

Tað er ymiskt, hvussu Norðurlond hava skipað seg á barnarættindaøkinum.

Ein spurningur, sum fekk nógva umrøðu, var, hvussu norðurlendsk børn kunnu gagnnýta møguleika at kæra um síni viðurskifti. Júst á hesum økinum gjørdi Annika Olsen vart við, at vit í Føroyum longu hava henda møguleikan við nýggja barnaumboðsmanninum.

Norðurlendsku barnaumboðsmenninir vóru á einum máli um, at betri samstarv og felags kunning fer at styrkja virksemi teirra enn meira.

Tríggjar høvuðsavbjóðingar eru:

1) børn skulu læra og fáa vitan um síni rættindi
2) rættarstøðan hjá barnakonvensjónini skal styrkjast
3) børn skulu hava møguleika at kæra, tá rættindi verða brotin.

Annika Olsen helt, at føroysk luttøka er sjálvsøgd. Hon vónar, at vit í Føroyum bæði læra frá norðurlendska samstarvinum um barnarættindi, men sanniliga eisini, at norðurlond kunnu læra nakað av føroyska arbeiðinum á økinum.

Í sambandi við fundin varð sjónvarpssamrøða gjørd við Anniku Olsen. Hon segði m.a., at øll børn hava sjálvskrivaðan rætt at leggja seg trygt til hvíldar á kvøldi og hava ein tryggan barndóm, har tey hava rætt at vera børn, so leingi tey eru tað.

Tann 20. november 2014 verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum nú hevur virkað í 25 ár.