
Eftir mínum tykki hevur Jacob Vestergaard, landsstýrsmaður í fiskivinnumálum, í málinum um fyrisiting av inntøkutrygd fiskimanna, ikki framt brot á ásetingar í fíggjarlógini, játtanarlógini og stýrisskipanarlógini. Eg havi tí framvegis fult álit á landsstýrismanninum.
Landsstýrismálanevndin kom hin 27. mai 2010 við síni endaligu niðurstøðu viðvíkjandi fyrisiting Jacob Vestergaards av inntøkutrygd fiskimanna. Í niðurstøðuni sigur landsstýrismálanevndin, at landsstýrismaðurin í 2009 í samband við fyrisitingina av inntøkutrygdini, hevur framt brot á viðkomandi ásetingar í fíggjarlógini, á ásetingina í § 1 í játtanarlógini og á ásetingina í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini.
Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er ein forsøgn - av fleiri møguligum - hvat niðurstøðan av málinum hevði verið, um tað varð lagt fyri dómstólarnar. Men eg eri ikki samdur við forsøgnini.
Fyrsta útsøgn landsstýrismálanevndarinnar er, at landsstýrismaðurin hevur framt brot á fíggjarlógina. Hesa niðurstøðu havi eg heldur ringt við at skilja. Á fíggjarlógini 2009 vóru tilsamans, írokna eykajáttanarlóg í september 2009, 42 mió. kr. settar av til inntøkutrygd fiskimanna, kontu nr. 34401. Fyribils landsroknskapurin fyri 2009 sýnir eina nýtslu á 35.807.212. kr. Eg dugi tí ikki at síggja, at fíggjarlógin er brotin. Tað má vera endaligi roknskapurin í mun til endaligu fíggjarlógina, sum telur. Annars ber til at gera sær øll møgulig hugsandi brot í sjálvum roknskaparárinum; t.d. um ein stór útgjalding fer fram fyrsta dag í fíggjarárinum.
Onnur útsøgn hjá landsstýrismálanevndini er, at brot er framt á játtanarlógina § 1, sum sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin, og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan. Sum nevnt, var ongin meirnýtsla á kontuni við árslok.
Talan var um at rinda pening, sum fiskimenn høvdu rætt til sambært lóg. Um peningurin ikki varð goldin, kundu tey farið í rættin eftir peninginum. Av somu grund fekst eisini eykajáttan áðrenn árslok. Eg dugi tí ikki at síggja, at § 1 er brotin.
Triðja útsøgn er, at § 43, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, sum sigur “at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Í donsku týðingini av stýrisskipanarlógini verður orðið “goldin” ikki brúkt, men orðið “afholdt”. Her meti eg, at útreiðslan longu er hildin við løgtingslógini um minstuløn og dagsstudning. Tá ið hetta verður samanborið við, at eingin meirnýtsla var á nevndu fíggjarlógarkontu við árslok, meti eg ikki, at lógarbrot er framt.
Samanumtikið er støðan, at landsstýrismálanevndin kemur við einari forsøgn um, at varð málið lagt fyri dómstól, hevði landsstýrismaðurin verið dømdur. Hesum eri eg ikki samdur í.
Endaliga niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er ikki ein dómur. Hon er ein forsøgn hjá nevndini um úrslitið av einum endaligum dómi í málinum. Hendan forsøgn skal nýtast hjá løgtinginum, um tað politiskt verður ynskt, at støða skal takast til at ákæra landsstýrismannin við dómstólarnar. Rættartrygd er í føroyska samfelagnum – eisini fyri landsstýrismenn.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður