01.04.2014 · Løgmansskrivstovan

Bretska sendikvinnan í Tinganesi

Bretska sendikvinnan í Tinganesi

Handilsviðurskifti Føroya við Bretland vóru millum málini, sum løgmaður og Vivien Life, bretska sendikvinnan í Keypmannahavn, umrøddu á fundi í Tinganesi í dag.

Bretland er størsti einstaki útflutningsmarknaðurin hjá Føroyum, og í nógv ár hevur verið havt á lofti, at Føroyar eiga at innflyta fleiri vørur úr Bretlandi.

Á fundinum viðgjørdu løgmaður og bretska sendikvinnan í Keypmannahavn eisini økta samstarvið innan oljuvinnu seinastu árini.

Avbjóðingarnar í Arktis, samstarvið í Útnorði og silda- og makrelmálið vóru eisini á breddanum.

Vivien Life hevur verið sendikvinna í Keypmannahavn síðan á heysti 2013. Hetta er fyrstu ferð, at hon er í Føroyum.

Bretska sendikvinnan í Keypmannahavn fer av landinum aftur í morgin.