Alistair Carmichael, ið er bretskur ráðharri í skotskum viðurskiftum, kemur til Føroya í komandi viku. Hann verður í landinum mánadagin og týsdagin.
Alistair Carmichael, ið umboðar Liberal Democrats í bretsku samgongustjórnini, fer at hitta umboð fyri politisku skipanina og vinnuna.
Hann skal millum annað á fund við løgmann, landstýrismannin í vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Føroya Tele, Atlantsflog og Vága Floghavn
Tað er Sendistova Føroya í London, ið hevur fingið vitjanina í lag.
Alistair Carmichael er 49 ára gamal og varð valdur í bretska tjóðartingið í 2001.