Løgmaður hevur í morgun hitt Angus MacNeil, ið er skotskur tinglimur- og formaður í tvørpolitisku føroyanevndini í bretska parlamentinum.
Løgmaður og Angus MacNeil umrøddu fyrst og fremst áleikandi sildamálið. Løgmaður harmaðist íkomnu støðuna og vísti á at føroyska stjórnin ynskir at loysa trætuna sakliga við samráðingarborðið. Somuleiðis vísti løgmaður á, at ES arbeiðið við handilstiltøkum ímóti Føroyum, ikki eigur at tarna føroyska samstarvið við Bretland, og serliga Skotland. Hinvegin vísti løgmaður á týdningin av hesum samstarvi, við tað at Føroyar og Skotland hava felags áhugamál á fleiri økjum.
Eisini umrøddu løgmaður og Angus MacNeil serligu føroysku fiskidagaskipanina og burðardyggan fiskiskap. Angus MacNeil kunnaði harumframt stutt løgmann um skotsku loysingartilgongdina, og spurdi í hesum sambandi eisini nærri at ætlaðu føroysku yvirtøkuni av útlendingalógini.
Angus MacNeil, sum er ættaður úr Hebridunum vitjar í Føroyum 27. juli til 1. august. Á ferðini hevur Angus MacNeil eisini hitt løgtingsins uttanlandsnevnd, limir í útnorðurráðnum, landsstýrismannin í vinnumálum, landsstýrismannin í innlendis málum, vinnulívsfólk og systurflokk teirra í Føroyum.
Tað er Sendistova Føroya í London, sum hevur lagt vitjanina til rættis.