Farsóttarnevndini hevði fund í gjár, har avgjørt bleiv at 31. januar verður hildið uppat at kanna við markið. Eisini varð avgerð tikin um at strika tilmælið um heimauppihald til 2. dag eftir komu. Hetta verður gjørt beinanvegin. Mælt verður tó framvegis til at fólk lata seg kanna 2. dag eftir komu.
Harumframt hevur Farsóttarnevndin avgjørt at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at “tættar kontaktir”, sum hava fingið 3. prik, ikki skulu í sóttarhald. Mælt verður tó framvegis til at hesi lata seg kanna 4. dag og 6. dag.
Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar. Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni.