Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum, ið varð løgd fram fyrrapartin, vekir góðar vónir.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú Búskaparráðið staðfestir, at flest øll búskaparlig lyklatøl peika frameftir.
Búskaparpolitikkurin hjá samgonguni er á rættari kós.
- Konjukturmetingin hjá Búskaparráðnum staðfestir, at tað gongur væl í Føroyum. Ein munagóður búskaparvøkstur í ár og komandi ár, veksandi lønargjaldingar, minkandi arbeiðsloysi, størri og størri útflutningur og ábendingar um minkandi landskassahall vekir eitt satt búskaparligt bjartskygni, heldur løgmaður.
Búskaparráðið vísir í sínari frágreiðing á, at byggivinnan blómar. Virksemið er tað størsta síðan fíggjarkreppuna.
Fyri aðrar vinnur sæst eitt ávíst bjartskygni, sigur Búskaparrráðið.
Fyri húsarhaldini vísa treystitøl fíggjarmálaráðsins størri bjartskygni enn síðan fíggjarkreppuna. Eisini innflutningstølini, lønartølini og MVG tølini geva ábendingar um ein lítlan ella byrjandi nýtsluvøkstur, stendur í frágreiðingini.
- Búskaparliga bjartskygni vekir góðar vónir. Kortini eru avbjóðingar. Búskaparráðið nemir eisini við demografisku broytingarnar í Føroyum komandi árini. Fólkasamansetingin er ein stór avbjóðing, sum verður tikin í stórum álvara. Broytingarnar seta stór krøv til eina holla fíggjarstýring hjá tí almenna. Við einum veksandi búskapi, við góðum útlitum fyri enn størri vøkstri, verður lættari at røkka hesum máli, heldur løgmaður.