Tað er at frøast um, at vit kunnu staðfesta, at búskaparin aftur er í vøkstri eftir nøkur ár við afturgongd.
Landsbankin vísir á í sínari nýútkomnu frágreiðing, at ábendingar eru um, at okkara búskapur er við at venda í 2010 – frá afturgongd til framgongd. Mett verður, at BTÚ fer at vaksa við 3% í 2010 og við 5% í 2011. Somuleiðis er arbeiðsloysið farið at minka aftur. Hetta eru góð tíðindi, sum vit øll saman kunnu fegnast um.
Tað sær út til, at fíggjarpolitisku tiltøkini hava sín stóra part í broyttu gongdini. Við m.a. at lata hallið á løgtingsfíggjarlógini vera uml. 700 mió. kr. og hækking av ALS-gjaldinum, so hevur hetta stimbrað búskapin. Samstundis sum hildið hevur verið aftur í almennu útreiðslunum, og onnur vakstrartiltøk eru sett í verk.
Tað er eyðsæð, at vit ikki kunnu hava stórt hall fleiri ár á rað, og tað merkir, at vit í løtuni og tey næstu árini fara at minka hallið, so tað er burtur í 2015. Mest sannlíkt fer vøksturin í okkara búskapi, og í heimsbúskapinum, at verða lutfalsliga lágur næstu árini. Í flestu londum er bæði tann privata og tann almenna skuldin stór, og neyðugt er við spariætlanum fyri at fáa tamarhald á almenna hallinum og vaksandi almennu skuldini.
Hóast vit eru væl fyri í Føroyum í so máta, tí vit hava lítla og onga skuld, so er alneyðugt at vit styrkja og brynja okkara búskap til komandi ár. Okkara størsta avbjóðing er at skapa langtíðarvøkstur í okkara búskapi, so vit sleppa undan alt ov stórum sveiggjum, sum hava óheppin árin á okkara samfelag og okkara almennu tænstur.
Fyri at røkka hesum er m.a. neyðugt, at fáa bilbugt við yvirkapasitetin og høga veiðutrystið á fiskistovnarnar kring Føroyar, at fremja produktivitetsfremjandi atgerðir, at halda aftur í almennu útreiðslunum og at betra um skattagrundarlagið.
Megna vit at gera hetta, so kunnu vit fáa ein góðan og sterkan búskap, sum er munandi betri brynjaður til at standa ímóti búskaparligum sveiggjum, sum koma við jøvnum millumbilum. Tað fer m.a. at geva okkum gott grundarlag fyri at tryggja og útbyggja okkara vælferðartænstur.
Tað eru ongar lættar loysnir, men tung tøk eru tikin, og verða tikin, men staðfest er nú, at tað gongur rætta vegin. Latið okkum eisini fegnast um ta framgongd, sum er staðfest.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður