16.04.2009 · Løgmansskrivstovan

Bústaðarpakkin loksins fyri tingið

Samlaði Bústaðarpakkin er nú latin Løgtinginum.

 

Ætlanin við bústaðarpakkanum er at víðka um møguleikarnar og útboðið á bústaðarmarknaðinum.

 

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: “Bústaðarpakkin er størsta frambrot á føroyska bústaðarmarknaðinum í áratíggju. Í dag eru bústaðarmøguleikarnir í okkara samfelagi skerdir. Nógv tann størsti parturin av útboðnum á bústaðarmarknaðinum eru sethús, tvíhús ella raðhús. Ungar familjur, sum vilja hava føtur undir egið borð, noyðast at skuldarbinda seg fyri millióna upphæddir. Fólk við lágari inntøku hava lítlan og ongan møguleika at ogna sær egnan bústað. Eldri fólk hava ikki møguleika at skifta hús síni út við eina bíligari íbúð. Við Bústaðarpakkanum fáa hesir samfelagsbólkar størri frælsi at velja og ogna sær bústað.

 

Bústaðarpakkin er settur saman av trimum pørtum: Lutaíbúðalógini, leigulógini og broytingar í skatta- og avgjaldslóggávuni. Endamálið er:

 

- at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð á bústaðarmarknaðinum
- at geva fólki við lágari inntøku betri møguleika at ogna sær egnan bústað
- at skipa viðurskiftini á leigumarknaðinum
- at skapa størri virksemi í samfelagnum

 

Lutaíbúðalógin ger tað møguligt at fyriskipa bygging av lutaíbúðum í Føroyum. Ásetingar í lógini gera tað eisini møguligt at skipa vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi, sum skulu skipast sum serstøk lutaíbúðarfeløg.

 

Leigulógin skal regulera leigumarknaðin og setir minstukrøv til leigusáttmálar fyri at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara. Málið er at eggja fólki at leiga út og harvið økja um útboðið á leigumarknaðinum.

 

Broytingarnar í skatta- og avgjaldslóggávuni innibera m.a., at lutaíbúðarfeløg verða javnstillað við privatpersónar, sum byggja sær hús, viðvíkjandi MVG-endurgjaldi og rentustuðli.