23.05.2013 · Løgmansskrivstovan

CESCR nevndin er komin við sínum niðurstøðum

CESCR nevndin er komin við sínum niðurstøðum

ST nevndin fyri búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR nevndin) er komin við síðum niðurstøðum frá hoyringini 10. mai. Fríggjadagin 10. mai vóru Danmark, Føroyar og Grønland til hoyring um Semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR sáttmálin). Hoyringin var í Geneve og tók støði í frágreiðing, sum Danmark, Føroyar og Grønland lótu ST í 2009. Eftir slíka hoyring ger CESCR nevndin niðurstøður við ymiskum eygleiðingum og tilmælum kallað Concluding Observations. Niðurstøðurnar frá hoyringini kunnu lesast her.

 

CESCR nevndin hevur til uppgávu at kanna, hvussu ST limalondini halda seg til skyldurnar í CESCR sáttmálanum. Í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja sínum borgarum rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin er frá 1966 og kom í gildi fyri Føroyar í 1972.

 

 

Meir fæst at vita við at venda sær til Duritu l. Jóansdóttir, fulltrúa á tlf. 306108