Løgmansskrivstovan hevur eftirmett Covid-19 kreppuna, við serligum denti á, hvussu stýringin eydnaðist. Millum niðurstøðurnar eru, at stýringin eydnaðist væl, bæði um vit samanbera við onnur lond og eisini um vit spyrja stovnar, fyritøkur og feløg, sum høvdu mest við handfaringina at gera. Kortini eru viðurskifti, sum myndugleikar eiga at betra um í sambandi við líknandi kreppur í framtíðini.
Løgmansskrivstovan hevur seinasta hálva árið arbeitt við at eftirmeta Covid-19 stýringina í Føroyum. Umframt at skjalfesta, hvat tað var, sum hendi, er endamálið við eftirmetingini at fáa yvirlit yvir, hvussu yvirskipaða stýringin eydnaðist, hvat virkaði væl, og hvat kann gerast betur eina aðru ferð.
Føroyar kláraðu seg væl gjøgnum kreppuna samanborið við onnur lond. Henda niðurstøðan byggir á tríggjar sannroyndir: (1) at lutfalsliga fá fólk lótu lív í Føroyum samanborið við onnur lond, (2) at tilmæli og tiltøk ávirkaðu virksemið og gerandislívið í Føroyum væl minni enn í flestu øðrum londum og (3) at hugburðurin hjá íbúgvum í Føroyum gjøgnum næstan alla kreppuna var, at Covid-19 tiltøkini vóru hóskandi.
Eftirmetingin er gjørd við støði í 36 hoyringarsvarum, og hesi lata sum heild væl at handfaringini, eitt nú at tilmæli vóru brúkt heldur enn lógir, og at samstarvið við aðrar stovnar, fyritøkur og feløg virkaðu yvirhøvur væl. Kortini eru viðurskifti, sum myndugleikarnir eiga at kanna gjøllari og møguliga betra um í sambandi við líknandi kreppur í framtíðini. Hesi viðurskifti snúgva seg millum annað um avbjóðingar við starvsfólkatrivnaði í ávísum geirum, avbjóðingar sum stungu seg upp orsaka av, at stýrt var við tilmælum, avbjóðingar við tænastum, sum hava at gera við uppaling og umsorgan, og tað at grundarlagið undir ávísum vinnugreinum hvarv undir kreppuni, sum hevði stórar fíggjarligar avleiðingar fyri fólk, ið starvaðust innan hesar vinnugreinar.
Les alla frágreiðingina Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna?
Les samanskrivaðu hoyringarsvarini í ískoytinum til eftirmetingina.
Viðmerkingar frá MEGD - Einki um okkum uttan um okkum, 11. januar 2023
Dagføring: Talgilda útgávan er dagførd 16. januar í mun til prentaðu útgávuna. Talan er um smærri málsligar rættingar, umframt at talið av hoyringspørtum er broytt til 37 og Reyði Korssur er tikin við í yvirlitið.