Allir flokkar í Løgtinginum eru samdir um – enn einaferð - at víðka dagpeningaskipanina, so at hon leggur upp fyri, at fólk, sum heilsumyndugleikarnir hava sett í sóttarhald í sambandi við COVID- 19, fáa rætt til dagpening. Løgmaður hevur í dag verið í samband við umboð fyri allar flokkar, og øll eru á einum máli um at seta somu lóg í gildi, sum var galdandi fyrr í ár, tá ið korona eisini breiddi seg í føroyska samfelagnum.
“Tað gleðir meg, at allir flokkar vilja ganga saman um hetta týðandi mál. Tað er ein styrki. Vónandi kunnu vit øll standa saman, nú koronafarsóttin aftur rakar okkara samfelag,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Broytingin í dagpeningalógini fer at fevna um øll tey, sum longu eru sett í sóttarhald, umframt tey, ið heilsumyndugleikarnir fara at seta í sóttarhald komandi tíðina.