Í vikuni kemur danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal til Føroya á arbeiðsvitjan.
Hósdagin 13. september fara løgmaður og uttanríkisráðharrin at hava teirra árliga sínámillum fund. Fundurin verður í Vestmanna. Á skránni eru m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum.
Løgmaður og uttanríkisráðharrin hava tíðindafund í Tinganesi hósdagin 13. september kl. 16.15. Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum skulu boða frá á palln@tinganes.fo ella tlf. 306028 í seinasta lagi mikudagin 12. september kl. 16.
Hósdagin skal uttanríkisráðharrin eisini á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028