14.01.2015 · Løgmansskrivstovan

Danski uttanríkisráðharrin stuðlar føroysku ES-tilgongdini

Danski uttanríkisráðharrin stuðlar føroysku ES-tilgongdini

Danmark stuðlar føroyska ynskinum um at bøta um handilsviðurskiftini við ES. Tað gjørdi Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, greitt á fundinum við løgmann seinnapartin í Keypmannahavn.  Løgmaður vísti á fundinum á, at Landsstýrið vil bøta um handilssáttmálan við ES.

-  Okkara útflutningur er nógv broyttur síðan 1997, tá ið handilssáttmálin við ES kom í gildi. Tí er neyðugt at dagføra handilssáttmálan. Seinastu árini hava vit útflutt nógvan uppsjóvarfisk og laks, meðan vit útflyta minni botnfisk. Verandi sáttmáli við ES leggur ikki í nóg stóran mun upp fyri okkara broytta útflutning. Hetta vísti eg millum annað á á fundinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmaður skal í morgin á fund við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.

Mynd: Sosialurin/Sigmar Mørkøre