Týsdagin 19. august kemur Martin Lidegaard, danski uttanríkisráðharrin, til Føroya á sína árligu arbeiðsvitjan.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann.
Løgmaður og Martin Lidegaard hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni týsdagin 19. august kl. 14.15.
Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum skulu boða frá á pall@tinganes.fo ella tlf. 551040 í seinasta lagi týsdagin 19. august kl. 9.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur mikudagin 20. august.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgeva á tlf. 551040, pall@tinganes.fo
Myndina eigur danska uttanríkisráðið