Nicolai Wammen, danskur verjumálaráðharri, hevur fyrrapartin vitjað løgmann í Tinganesi.
Stóru møguleikarnir og avbjóðingar í Arktis fingu stóra rúmd á fundinum.
-Danski verjumálaráðharrin greiddi frá, at Arktis fær størri og størri leiklut fyri Danmark og ríkisfelagsskapin. Í løtuni verður umfatandi greiningararbeiði gjørt, sum skal lýsa leiklutin hjá donsku verjuni í Arktis komandi árini. Niðurstøðurnar í greiningararbeiðinum kunnu eisini fáa týdning fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Á fundinum fyrrapartin nýtti løgmaður eisini høvi til at takka danska verjumálaráðharranum fyri ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, ið vórðu latnar Landstýrinum um ársskiftið. Eftir fundin vitjaðu løgmaður og danski verjumálaráðharrin Kommandørhúsið yviri við Strond.
Nicolai Wammen fer víðari til Grønlands í dag.
Mynd: Nicolai Wammen, danskur verjumálaráðharri, og løgmaður við Kommandørhúsið yviri við Strond.