Í blaðgrein í Dimmalætting við heitinum “Dýra mistak løgmans” eru fleiri týðandi mistøk. Eg skal bert taka tvey tey týdningarmestu:
Fyrrverandi aðalstjórin í Uttanríkisráðnum fær ikki somu løn, sum hann fekk, tá ið hann var aðalstjóri. Hann fær somu løn, sum hann fekk áðrenn hann gjørdist settur aðalstjóri á vári í 2008.
Løgmaður hevur ikki gingið uttan um reglurnar. Løgmaður fekk frá táverandi landsstýrismanni eitt tilmæli um, at hann ynskti at fáa Herluf Sigvaldsson í starv sum aðalstjóra. Við tað at setanarnevndin, bæði minnilutin og meirilutin mettu, at Herluf Sigvaldsson varð egnaður, so valdi eg at fylgja ynskinum hjá táverandi landsstýrismanni.
Eg havi valt at flyta fyrrverandi aðalstjóran í annað starv, tí hann hevur royndir og førleikar, sum landsstýrið hevur brúk fyri. Skuldi landsstýrið fingið ein annan persón í slíkt starv, sum ikki má metast at vera so einfalt, so hevði tað kostað áleið tað sama, sum Herluf Sigvaldsson nú fær í løn.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður