Skjótt verður tað møguligt hjá føroyingum at varðveita sín danska ríkisborgararætt, uttan mun til um tey flyta til eitt annað land og gerast ríkisborgarar har. Á sama hátt eru útlendingar, sum búgva í Føroyum, ikki noyddir at siga sín upprunaliga ríkisborgararætt frá sær fyri at gerast danskir ríkisborgarar.
Ríkislógartilmælið, sum skal dagføra lógina um ríkisborgararætt, hevur fyrrapartin í dag fyrstu viðgerð í løgtinginum.
” Tað eru nógv ár síðan, at vit hoyrdu fyrstu røddirnar, ið vildu hava møguleikan fyri dupultum ríkisborgararætti. Fyri flest fólk er fyrsti ríkisborgararætturin ein týðandi partur av samleikanum, sum tú treyðugt vil siga frá sær, hóast tú hevur búð og fest røtur og kennir teg sum part av einum øðrum landi, og sum tú eisini vil fáa ríkisborgararætt í. Eg eri tí sannførdur um, at hetta er eitt týdningarmikið fet rætta vegin. Hetta fer at muna væl hjá føroyingum uttanlands og útlendingum í Føroyum, sum í gerandisdegnum merkja fleiri avbjóðingar, tá ið tey seta búgv, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Ríkismyndugleikarnir hava gjørt vart við, at lógin um danskan ríkisborgararætt eigur at vera eins í øllum ríkinum. Tað ber ikki til at hava tríggjar ymiskar lógir um danskan ríkisborgararætt í ríkinum.
Tað er ilt at meta um, hvussu nógv fólk, búsitandi í Føroyum, kundu brúkt hesa skipan. Í Manntalinum frá 2011, sæst, at tað vóru 1.439 persónar, sum svaraðu, at tey høvdu annað móðurmál enn føroyskt og danskt. Hetta kann vera ein ábending um, at tað óivað eru nógv fólk í Føroyum, sum kunnu hugsast at brúka hendan møguleika, um dupultur ríkisborgaraskapur eisini verður møguligur í Føroyum.
Lov om indfødsret, sum er galdandi í Føroyum, er ikki broytt síðani 2014. Síðani tá er lógin broytt sjey ferð í Danmark. Millum annað er ein broyting gjørd, sum loyvir dupultum ríkisborgararætti. Tað er serliga hendan broytingin, sum fleiri hava biðið um at fáa sett í gildi fyri Føroyar.