Eg fegnist um, at tað hevur eydnast TF Holding at keypa meirilutan í Eik Banka. Serliga eri eg fegin um, at meirilutin í bankanum verður varðveittur á føroyskum hondum, og at vit framhaldandi hava eitt sterkt fíggjarkervi við tveimum stórum bankum. Eg takki eisini Fíggjarligum Støðufesti og donsku myndugleikunum fyri teirra góðvilja í hesum máli, ið eisini varð avgerandi fyri, at komið varð á mál.
Hóast drúgva og trupla tilgongd, hava tit megnað at tingast fram til eina góða keypsavtalu, sum væntandi kemur at gagna tykkum og føroyska samfelagnum.
Málið um Eik banka hevur víst, at avgerðin hjá landsstýrinum og løgtinginum um at gerast partur av bankapakkunum í ríkisfelagsskapinum var røtt. Við hesum sluppu vit undan ógvusligum avleiðingum, ið kundu staðist av, at vit ikki vóru partur av hesi skipan.
Til lukku og góðu eydnu við nýggju avbjóðingini!
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður