Sjúrður Skaale løgstingsmaður hevur boðað frá, at hann fer at seta løgmanni fyrispurning:
1. Hvørji stig hevur landsstýrið tikið til tess at fylgja tingsins vilja í tingmáli nummar 18/2008 um Løgtingsins Umboðsmann?
2. Um tey viðkomandi landsstýrisfólkini eingi stig hava tikið, hvat fer løgmaður so at gera til tess at tryggja, at tingsins vilji í tingmáli nummar 18/2008 verður fylgdur?
Løgmaður hevur tikið stig til at kanna í hvønn mun neyðug stig verða tikin viðvíkjandi átalurnar frá Løgtingsins Umboðsmanni, tingmál 18/2008.
Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Løgtingsins Umboðsmaður er ein grundleggjandi liður í okkara fólkaræðið. Løgtingsins Umboðsmaður hevur eftirlit við almennu fyrisitingini fyri at tryggja, at hon røkir sínar skyldur, og at órættur ikki verður framdur mótivegis borgaranum.
Løgmaður hevur eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita øki síni á lógligan og fullgóðan hátt. Eg vil tí tryggja, at landsstýrisfólkini taka átalurnar frá Umboðsmanninum til eftirtektar og taka neyðug stig.
Málið hjá landsstýrinum er, at vavið av átalum frá Umboðsmanninum skal minkað.
Skuldi hent seg, at landsstýrisfólk ikki fylgja upp og taka tey neyðugu stigini í samband við átalur, so er tað upp til løgmann at taka neyðug stig. ”