Eg vil takka MRCC, donsku sjóverjuni og manningunum á Brimli, Lerki og Róki, umframt manningunum á tyrlunum hjá Atlansflogi og sjóverjuni, fyri teirra holla arbeiði, tá ið seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð.
Tað var eitt fyrimyndarligt bjargingararbeiði, framt undir truplum umstøðum í vána veðri. Við hegni forðaðu bjargingarfólkini fyri, at størri mannaskaði stóðst.
Mín samkensla er við teimum avvarðandi hjá honum, ið lat lív.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður